Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Lesarin skrivar

Klaksvíkar kommuna og norðoyingar hava sum heild á ymsan hátt rættiliga gjørt um seg mentanarliga á so mongum økjum seinastu árini.

Har hava sera forvitnislig átøk leita fram í dagin: Torradagar, Sjómannadagar, stevnur og festivalar, Kópakonan, listaverkini í kirkjukjallaranum eftir Fuglø/Sólstein.

Og nú til seinast: Endurreisn av sethúsum Nólsoyar Páls.

Síðani vit, foreldur og vit børn, sum familja búðu veturin 1948/49 úti í Gravardali, havi eg gingið ótaldar ferðir framvið minnissteininum, sum ættarfólk reistu yvir skaðan av skalvalopunum á grækarismessu 1745 og 1765.

Hvørja ferð hevur hesin tanki vitja sinni: Hvussu munnu toftirnar í gomlu Gerðum hava sæð út?

Er ikki tíðin nú komin at avdúka henda veruleika?

Eyðsæð til gagns fyri bæði ferðavinnuna í landspartinum og eyðmerking av samleika norðoyinga yvirhøvur í roynd og veru.
 
Blíðar heilsur
 Arnstein Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo