Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Krutl

Jordan Adlard Rogers hevði síðani hann var átta ára gamal havt illgruna um at aristokraturin Charles Rogers var biologiski pápi sín, skrivar Daily Mail. Men eingin DNA-roynd var tikin.

– Hann bjóðaði sær til at fáa gjørt eina DNA-roynd, tá ið eg var yngri, men tað var av ongum, sigur Jordan Adlard Rogers um nú deyða pápa sín.

Charles Rogers var funnin deyður í bili sínum í august 2018. Eftir tað var umsíður tikin ein DNA-roynd, og hon váttaði faðirskapin. Og tá brotyttist lívið hjá Jordan munandi.

Frá at hava havt tað trupult at finna nokk pening til rokningarnar, og havt eina trupla byrjan í uppvøkstrinum, er hann nú sjálvur í eini støðu, har hann fær hjálpt øðrum.

Jordan Adlard Rogers var tann einasti at arva pápan og arvaði alla ognina hjá pápanum mett til 50 milliónir pund, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo