Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Onnur tíðindi

Ódnin Dorian herjaði í Bahama oyggjunum um vikuskiftið og oyðilegði nógv fyri sær.

- Vit hava frætt frá føroyavinunum Tom og Lesa Roberts, at tey hava tað gott, skrivar Evangeliska Røddin á heimasíðuni.

Ódnin rakti ikki so meint í Nassua, har tey búgva; tey fingu nakað av vatnskaða heima, men einki árvarsligt.

Ein bróðir Lesu býr í Freetown, har ódnin rakti nógv harðari. Har er elveitingin farin og tey hava einki frætt hvussu stendur til, og eru nú óttafull um støðuna har.

Tom og Lesa lata heilsa í Føroyum, og takka fyri at vit hugsa um tey í hesum truplu umstøðum.

Les meira á evr.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo