Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Útlendis ítróttur

Premier League, 36. umfar: Arsenal, Tottenham, Chelsea og Manchester United sýnast eftirhondini ikki at kappast um at enda í topp 4, men heldur hinvegin um at gera tað so trupult sum gjørligt fyri seg sjálvi at enda í topp 4.

Eftir at Spurs tapti heldur óvæntað í gjár 0-1 á heimavølli ímóti West Ham United, átti Arsenal tørn í dag at tapa.

Arsenal tapti heili 3-0 á útivølli ímóti Leicester City, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 0-0.

Ainsley Maitland-Niles hjá Arsenal varð útvístur í 36. minutti, og í seinna hálvleiki slógu Youri Tielemans (59) og Jamie Vardy (86, 95) Leicester sigurin fastan.

Við ósigrinum í dag sær tað nú heldur trupult út hjá Arsenal í mun til tað at leika seg í Champions League komandi kappingarár.

Men enn eru ikki allar súður syftar.

Seinni í dag bresta Manchester United og Chelsea saman á Old Trafford, og kann United við einum heimasigri gera topp 4 stríðið enn meira spennandi, enn tað longu er, meðan Chelsea í sínum lag kann taka eitt stórt fet ímóti Champions League luttøku komandi kappingarár við einum útisigri.

Støðan í topp 4 stríðnum:
3. Tottenham Hotspur 70 stig (36 dystir) - Írestandi dystir: Bournemouth (ú) & Everton (h)
4. Chelsea 67 stig (35 dystir) - Írestandi dystir: Manchester United (ú), Watford (h) & Leicester (ú)
5. Arsenal 66 stig (36 dystir) - Írestandi dystir: Brighton (h) & Burnley (ú)
6. Manchester United 64 stig (35 dystir) - Írestandi dystir: Chelsea (h), Huddersfield (ú) & Cardiff (h)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo