Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Lesarin skrivar

Parlamentið er - ella átti at verið - bráðpannan, har allar hugsandi hugsjónir eru umboðaðar og øll sjónarmið verða varpað inn í parlamenteringina, fyri at politiska endaproduktið í lógarsniði og øðrum høpi verður so umboðandi og skilagott sum yvirhøvur gjørligt. Hesi fáu fólkini á tingi umboða bara í einum tíðarmáli eitt heilt samfelag og tess borgarar. Er tað nú vorðið óhøviskt at standa undir liðini á eini hugsjón, og at bera hana fram í umboðandi valdsmaskinarínum, soleiðis sum DF´arin, harra Espersen, rør framundir í lesarabrævi í Dimmalætting og Sosialinum, so hevur fólkaræðið fingið eitt rættiligt skot fyri bógvin. Er hendan hugsanin harumframt blivin vanlig millum manna, so býðst ikki fólkaræðinum bøtur, og alternativið er eitthvørt einaræði, ið tá stendur á gáttini at taka yvir valdið, sum ikki gongur út frá fólkinum longur, men frá í erva, har eitthvørt meiningstyranni hevur bygt sær reiður á hinum politiska parnassos.

Søren Espersen rekur annars onki aftur av tí, sum hesin “óhøviski” tjóðveldismaðurin rak fram á torg hendan dagin á tingi. Lesarabrævið er ein svada av uttanumtosi, og okkurt bendir á, at tað fyri tað mesta er øðrvísi fasongurin, sum hevur loypt øði í hann. Tað skal ikki hava verið nóg virðiligt, heldur hann, og tvíheldur um, at eg onkursvegna skal vera gingin berserkaragongd á evsta røðarapalli dana. Hvør fuglur syngur við sínum nevi, øll røðan kann á sjónbandi síggjast inni á heimasíðuni hjá DR - danska kringvarpinum, og har fæst sjón fyri søgn, at samsvarandi okkara sjónarmiðum er grundgevingarrøðin røtt, og í lesabrævi Espersens fæst klárliga sjón fyri søgn, at hann ikki megnar at vísa nøkrum sum helst aftur av tí, sum varð sagt týskvøldið í vikuni. Hann prógvar í grundini bara, at hann framvegis er mikil danskur kolonialistur. At hann vil gera alt fyri at gøllhalda føroyingin innanvert danskar ríkiskarmar. Tað er hansara sjónarmið, mítt er júst hitt øvuta, og tað má og skal ein fólkavaldur tingmaður tola.

Tað var Svend Auken sum einaferð segði um Radikala Vinstra flokkin, at tað var sum at negla buding uppá eitt bróst, at fáast við teir. Áleið soleiðis kennist hetta uppøsta lesarabrævið, ein gassbalón, ið hongur undir loftinum eina løtu, men morgunin eftir er syvjað somikið úr henni, at hon liggur fløt á fjalunum. Kortini nemur hann við eitt einasta ítøkiligt mál: Norðurlandaráðið. Eitt hjartamál hjá øllum føroyingum, tað vísir eisini samfelda undirtøkan á løgtingi fyri sjálvstøðugari umboðan í hesum ráði.

Erlendur Patursson legði uppskot fram um hetta í 1976 – fyri júst 40 árum síðani. Tað fall. Fýra ár seinri – í 1980 - legði danski forsætisráðharrin Anker Jørgensen uppskotið framaftur. Um ikki annað, so er hetta prógv fyri, at ovasti politiski myndugleiki dana, saman við embætisverki sínum, ikki hevur hildið donsku grundlógina vera eina forðing fyri sjálvstøðugum føroyskum limaskapi í norðurlendskum samstarvi. Í heyst varð uppskotið lagt fram av nýggjum, og nú sigst orsøkin til fallið at vera, at danska ríkisgrundlógin stendur ímillum uppskotið og verandi støðu. Tað er søguliga paradoksalt. At ein danskur floksfelagi hjá Jørgensen forsætisráðharra situr sum formaður í Norðurlandaráðnum, táið hetta hendir, hin royndi Henrik Dam Kristensen, ger málið uppaftur meiri spektakulert. Hesin hevði allar møguleikar at benda samlaða norðurlendska viljan rætta vegin, men tað tykist als ikki at hava havt hansara ella Danmarkar áhuga.

Samsvarandi §28 í donsku ríkisgrundlógini, seinast broytt hin 5. juni 1953, skulu í mesta lagi 179 tingmenn sita á Fólkatingi. Av hesum vera tveir valdir í Grønlandi og tveir í Føroyum. Vanligt hevur verið, at flokkar stilla upp til val av hesum slagi. Til Løgting og Fólkating. Fær Tjóðveldisflokkurin annan av fólkatingsmonnunum valdan, so umboðar hann stevnu og veljarar floksins, hvørs fremsta mál er at skipa ein føroyskan stat sum skjótast. Til tess at fremja hendan sjálvsagda tjóðarvilja, verða øll fólkaræðislig amboð og allir demokratiskir pallar brúktir, sum vit røkka í politiska virki okkara, - fyri at lynna undir at fáa framda í verki greiðu stevnu floksins. Hvørjum øðrum skuldi ein tjóðveldismaður, valdur á ting dana, tosað fyri? Annaðhvørt hevur Søren Espersen etið bláseym ella hevur hann drukkið edik, um hann væntaði, at eg skuldi staðið á røðarapallinum, sum ein útvatnaður apologetur og nýggj tvítøkuútgáva av Edmundi Joensen, hvørs politiska høvuðsendmál tóktist vera, eyðmjúkliga at kína donsku statsmaktini við hárinum, bara fyri framhaldandi at sleppa at verða ein partur av tí, sum eftir er av hinum danska imperium.

Espersen og eg eru samdir um, at fólkið í londunum báðum eru frændur. Norðurlendskir frændur, í sama vinarlagi sum norðurlendsku tjóðirnar annars eru í gerandisliga. Tað hevur onki sum helst við stjórnarrættarligu støðuna at gera yvirhøvur. Okkara beggja mál gongur fyri seg inni í einari heilt aðrari sferu, har kampurin um stjórnarvald og rættindi, m.a. hjá føroyingum, fer fram, í hesum førinum stríðið fyri at skipa Føroyar sum ein sjálvstøðugan nationalstat, leysan av donskum høftum.

Í hesum ljósinum skal málið síggjast, og hin demokratiski Tjóðveldisflokkurin hevur onga ætlan um at haka í, fyrrenn evsta mál floksins er rokkið: Republikkin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo