Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Onnur tíðindi

Mynd: Hav.fo (Havstovan)

Tordis B. Thomsen hevur í 25 ár tikið lívfrøðilig sýni á fiskavirkjum í Eysturoynni fyri Havstovuna.

Havstovan sigur, at Tordis í høvuðsheitum hevur tikið sýni av toski, hýsu og upsa - og at hon tilsamans hesi 25 árini hevur longdarmátað um 400.000 fiskar av hvørjum av hesum fiskasløgum.

Eisini hevur hon nytrað umleið 40.000 fiskar av hvørjum slagi av hesum sløgunum. Harumframt hevur hon tikið sýni av eini 10 øðrum fiskasløgum, so sum gulllaksi, longu og svartkafti.

Havstovan sigur víðari, at taltilfarið, sum Tordis hevur fingið til vega, er týdningarmikið grundarlag fyri stovnsmetingunum, sum Havstovan ger, tí vit mugu vita longdar- og aldurssamansetingina í veiðuni til hetta arbeiðið.

Í Sjóvarmáli 2017 er týdningurin av hesum taltilfari nærri lýstur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo