Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Eg hitti Tórð fyrstu ferð í 1960. Tríggir ungir “vælangandi” studentar komu á gátt hjá okkum ein sunnumorgun. Mamma tók blíð ímóti teimum. Tórður gekk fremstur og heilsaði fólkaliga: “Gott kvøld” (!).

Næstu ferð var inni í Husumgade 8 á Nørrebro, har ið teir mætastu framamenninir falsaðu og heftu tað “rætthugsandi” tíðarritið ”Framin” til útgávu.

Eg haldi ikki, at Tórður gjørdi nakað til nyttu tá, hann gekk í hvítum handskum, men minti skaldið Tummas N. Djurhuus á, at hesin skyldaði honum 50 krónur.

Tey sóu reytt
Táið eg viðhvørt kenni hug til at lesa okkurt lættari til skemtunar, so kann eg taka fram bókina “TEY SÓU REYTT – víðgongdi vinstravongurin í Føroyum 1962-1990” eftir Páll Holm Johannesen.

Ein sera skemtilig  bók, sum ikki fær nakra umrøðu i høsni-møsni bókmenta-sendingunum í SvF. - í “So-h-ortu-díkinum” (Óli B.).

Eitt nú fúnað evni um stalinistiskar/maoistiskar lesiringar og friðargongur um lond. Um reyðar summarlegur í Múla og Norra - við vápnavenjing til frama fyri kommunistiskari yvirtøku av føðilandinum. Um Pol Pot og USS MCloy vitjan í Havn. Har sum  glansurin av teim hægri skúlaðu ungmennum landsins dvaldi í søtum rúsandi dreymum, um at Paradísið ikki lá eysturi í Eden, men beint eystanfyri Berlin-múrin.

Og aðrir gjørdu jorsalaferðir til Albaniu – heimsins totalt gudleysa land – men blivu við markið rakaðir um skalla og kinn, tí at tann lodna útsjóndin minti albansku vinir teirra um fyrrverandi kristnar prestar, sum nú sótu í fongsli.

Ikki tí, at eg vanvirði nakran av hesum ungu - tá so sannførdir - (sum eg havi fleiri vinabond við í dag) - men eg undrist bara á, hvussu tíðin broytir, og hvussu hon fær “so mangt at venda niður, sum fyrr vendi upp!”.

Og í mínum stilla sinni sammeti eg tá ta forfylging, ið Olaf Halvorsen, lækni,   fekk fyri lívið - fyri hansara ungu og óvitandi bekl. Her er munur á monnum.

Seinastu ferð eg hitti Tórð, var táið hann sat væl fyri á fremsta beinki í “Salinum” í Havn ein sunnumorgun til breyðbróting saman við einum skotskum vinmanni (!).

Tá hevði hann latið úr hondum ein bók um Brøðrasamkomuna. Góð bók. Hóast ikki nøkur nýggj relativitets-teori, sum so – soleiðis at skriva av eftir vini mínum Peturi W. Háberg - umframt at verða gratis fóðraður við tilfari frá fittum (og kanska góðtrúnum) fólkum úr samkomuni.

Ummæli Tórðar um bókina “Herskin herðindi”
Tveir dagar fyri føstuinngangin í ár hevur so Tórður Jóansson, dr. í málfrøði og dr. í gudfrøði og altráur viðmerkjari á portalunum, úr Glasgow skrivað eina heldur minni rósandi grein um bók mína “Herskin herðindi”, ið kom út um ólavsøkuleitið í fjør og fevnir um tað løgna læknastríðið í Klaksvík 1952-1956.

Og hetta takki eg vituliga fyri, at ein so væl útborin og útbúgvin maður síðani ólavsøku hevur tikið sær tíð til at nærlesa bókina, sum hann nevnir so sigandi: “Lítilsverdar hugleiðingar”.

Og hóast myndin av Tórði, sum Sosialurin borðreiðir við á ovasta bredda á  fyrstu síðu, ikki júst ber boð um, at nakað gott lag er á garpinum, so setti eg meg við áhuga at lesa hesa ritgerð doktarans. Og eg varð als ikki svikin.

Eg fekk eina dýrabara nøgd av navnorðum og lýsingarorðum um bókina og um meg, mín penn og mín rygg, sum bæði málsliga og gudfrøðiliga helst daga upp um ta higartil kendu littereru tromina av ummælum – ella eisini avdúkar hetta bara - at doktarin onkursvegna treingir til onkra hjálp:

Tað er ein “Tvætlibók og Skendsilsbók.”, skrivar mál- og gudfrøðingurin fleiri ferðir. Og at eg, sum høvundur, eri bæði: “Býttur, reypari, hevur nazistiskar devlahógvar, meinfýsin, forrendur, óndur, búrhundur, eiturspræningur, søguklombur, rangsnúgvari, skendskur, frekur og óreinur apukattur, forherðingur, skjarrligur, ónæriligur, vargur, hunddálkari, havi ein jaligan hugburð fyri tí ekstrema, nationalistiska og høgrarákinum, ið facisman/nazisman er - og at øll bókin er sprottin úr dramblæti, illsinni og fanansskapi”.

Fleyrar tað fjálgt frá serfrøðinginum í blúgvum superlativum, Tórða Jóanssyni.

So mong og góð vóru orð og ummæli fleirfalda doktarans. Tað er landsogn í manninum. Ja, kanska vit nú kunnu vænta okkum okkara fyrsta doktara í illbønum? So deiligt, ha? Og tað kann ikki taka langa tíð - fyri Tórð.

Eg fati eisini millum reglurnar, at eg onkursvegna havi stoytt upp undir hvítu mansjettirnar hjá faðirliga upphavi stílmeistarans, og sum eisini var doktari, skal eg í sannleikans áhuga eisini tignarliga viðmerkja her.

Og hetta - fyri læknasonarins so særandi – áhaldsið av mær, harmist eg vituliga um. Tað var ikki endiliga meiningin; men táið ein rættiliga ótespilig søgugongd verður skrivað, so kann onkur koma at smakka koyrilin í meira lagi. Tað hendir.

Mál- og gudfrøðidoktarin endar drúgvu grein sína við einum hóskandi smædnum sitati eftir vísmannin Sokrates: “Tað einasta, ið eg veit, er, at eg einki veit!”

Og her má eg geva doktaranum so púra rætt, hóast eg ikki kenni meg sjálvan rættiliga aftur í hansara djúpt kvalitativu lýsingarorðum um meg og bókina omanfyri.

Tí, tað er tann eksakti munurin millum hann og meg (forrestin Líggjas og Christoffer við), at eg VAR HAR á staðnum. Meðan doktarin VAR IKKI har. Og har í liggur ónoktiliga hundurin grivin. Og tí veit hann einki, fatar heldur einki og heldur ikki tað, at bókin er mín og skrivað av mær – og ikki av honum!

Maktin og ábyrgdin
Kjarnin í læknastríðnum er, at talan er um tveir bólkar. Annar hevði maktina - og tí eiga vit at krevja mest av hesum bólkinum. Og í hesum bólki eru fyrst og fremst teir donsku embætismenninir, ríkisumboðsmaðurin og landslæknin, sum avgerandi persónar á vágskálini. Og aftan fyri teir - tað beiska, danska læknafelagið.

Í hinum bólkinum eru fyrst teir sjey menninir, sum í maktarloysi skipaðu fyri einari adressu til frama fyri ta áralongu, miseydnaðu heilsurøktina í Norðuroyum. Hesir vóru: Jóan Pauli Steinberg, Georg Nolsøe, Jens Sofus Isaksen, Viggo Joensen, Óla Jákup Jacobsen, Páll Róland Poulsen (sum enn er á lívi) og Fischer Heinesen, sum bleiv valdur til framsøgumann teirra.

Sama maktarloysi kendu teir, táið teir seinni demokratiskt blivu valdir til at leiða kommunustýrið í Klaksvík: Richard Jacobsen, formaður, Viggo Joensen, Óla Jákup Jacobsen, Pól Skarðenni og Poul Jacob Olsen – og tað sama máttloysi kendist, hóast at ein teirra, Richard Jacobsen, bleiv valdur í løgtingið. So framúr skiparar fleiri og álitismenn allir samlir.

Við eitt lítið vet av proportiónssansi og situatiónsfornemilsi frá myndugleikanna síðu – hevði als einki læknastríð komið fyri. Men skilið var bara ikki til staðar.

Og at hesir omanfyri nevndu menn verða niðurgjørdir til uppreistrarmenn ella rumbulsmenn, soleiðis sum Tórður Jóansson, doktari og landslæknasonur, nevnir teir. Tað gangi hvørki eg og mong við mær ikki við til.

Soleiðis er tað.

At onkur onkuntíð fór um mark, tað er ein onnur søga. Tí aftur í hesum føri kendu hesir fyrr nevndu hampa- og álitismenn til maktarloysi.

Dómsvaldið
Fischer Heinesen bleiv dømdur í fongsul í 18 mánaðir fyri uppreistur. Hann sum sissaði fjøldina við sjúkrahúsið (politiið gjørdi einki), og hann gekk sum havnarmeistari undan teim burturvístu, heilt norður til norðastu havnina tá - á Kósini, fyri at einki ilt skuldi henda teimum fremmandu tann 21. apríl 1955.

Og sama sinnalag vísti Fischer við at loðsa teir kringsettu embætismenninar inn í lívd á havnarskrivstovuni tann 27. september 1955.

Viggo Joensen, sum fungerandi kommunustýrisformaður, bleiv dømdur í fongsul í 6 mánaðir. Eisini fyri sín kyrrandi atburð.

Í báðum førum - uttan skugga av haldi í ákærunum - blivu teir dømdir. Ja, soleiðis sum Sigurð Joensen, landsrættarsakførarin, tók til í rættinum:

“Eingin skuldseting og prógv av týdningi eru í vitnisfrágreiðingunum, sum her eru førdar fram - bara av persónum, ið sjálvir eru djúpt innvavdir í málið – og bara frá hinari síðuni!”.

Fútans eftirmeting
Johannes Feilberg-Jørgensen, fútin undir læknastríðnum, minnist í viðtali mong ár seinni frá Rolf  Krage degnum, tann 1. oktober 1955, og her ber hann fram eina so avdúkandi frágreiðing um valdsins agenda:

“Politifolkene fik besked på, at de bare skulle slå. Færdig med det. Og det fik de (klaksvíkingarnir). Både med stavene og med hundene!

Vi brugte et skib til fængsel. Der blev de puttet ned i – under ret dårlige forhold. Der blev efterhånden samlet en snes stykker. Det var svært at finde ud af, hvor meget ansvar de forskellige skulle have, når der var flere hundrede, der havde været involveret.

Men det er ikke afgørende, hvor mange, der blev straffet, men at der er NOGEN, der blev straffet. DET ER JEG TILFREDS MED!”.

Hesi vóru orðini hjá mær á hesum sinni. Og eg taki einki orð aftur. Og so má tað heldur svíða, sum svøllur. Tí valdið og ábyrgdina av læknastríðnum áttu myndugleikarnir.

Arnstein Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo