Fyrigev tínum fíggindum. Onki argar teir meiri
- Oscar Wilde
Lesarin skrivar

Ígjár drap ísraelski herurin sambært BBC 58 palestinesar og særdi næstan 3000. Ikki akkurá ein sólskinssøga. Og hvussu reagerar mann í slíkum støðum?

Jú also, um mann er borgarstjóri í Tórshavn, so gevur mann grønt ljós fyri einum hátíðarhaldi á Vaglinum, har mann flaggar við ísraelskum fløggum og merkinum lið um lið. Og fyri at fara all in, so syrgir mann eisini fyri, at býarbussarnir eisini fáa nøkur ísraelsk fløgg í part. Vit eru jú øll Ísraelsvinir í Tórshavnar kommunu. Tað er tí, vit gjalda kommunuskatt.

Bjørgfinnur Heinessen - sum fyriskipaði hátíðarhaldið á Vaglinum - grundgav m.a. soleiðis fyri nýggja flaggdegnum: “ Ísrael er eitt land sum tosar um vón. Tað er eitt vælfungerandi demokrati [...] har jødar og muslimar liva væl saman [...] Uppá nógvar mátar er tað eitt ótrúliga imponerandi land”

Alt gott um talu- og trúarfrælsið, men alt við máta... here goes.

Terrorisma
” Palestina hoyrir til arabarar á sama hátt sum Ongland hoyrir til onglendingar ella Frakland til fraklendingar” - Mahatma Gandhi

Definitiónin upp á terrorismu er ólógligur harðskapur, serliga mótvegis sivilum fólki, sum hevur eitt politiskt endamál. Well, hasar treytirnar dekkar Ísrael væl og virðiliga.

Vit kunnu skjótt konstantera, at Ísrael hevur framt ólógligan harðskap. Ísrael hevur nemliga brotið altjóða lóg innan menniskjarættindi, sum sigur, at tað er ólógligt at fara í kríggj fyri at økja um landøki. Heilt konkret, so tók Ísrael Golan økið undir krígnum í juni 1967. Also eitt økið, sum Ísrael ikki hevur rætt til sambært altjóða lóg.

Ísrael má sleppa at verja seg móti Palestinesum
Um mann hevur verið høvuðsákæri viðvíkjandi krígsbrotsverkunum í Rwanda og Jugoslavia, so veit mann meir enn tey flestu, hvat mann tosar um, tá tað snýr seg um krígsbrotsverk. Og tað er nemliga tilfeldið við Richard Goldstone. Og sami Goldstone hevur skrivað eina rapport um støðuna í Gaza. Har var ein av niðurstøðunum, at endamálið hjá Ísrael var at revsa, niðurgerða og terrorisera sivila fólkið.

Og sum áður nevnt: Terrorisma merkir m.a., at mann brúkar harðskap móti sivilum fólki fyri at náa politiskum endamálum. Og tað er akkurát tað, sum Ísrael hevur fingið til hobby: At leggja eftir sivilum fólki við einum politiskum endamáli. Og sum Goldstein sjálvur sigur, so er onki ivamál í, at Ísrael hevur fram krígsbrotsverk og átti at verði ført fram fyri altjóða dómstólin.

Jamen Hamas hevur skyldina
Hevur Hamas verið til gjøgnum alt stríðið millum Ísrael og Palestina? Eeehm nei, og tískil hevði Ísrael kunnað loyst konfliktina heilt fram til 2006, tí tað var ikki fyrr enn tá, at Hamas bleiv valt á ting. Um tað er Hamas, sum er orsøkin til konfliktina, hví loysti Ísrael ikki konfliktina áðrenn Hamas kom inn á ting? Eitt betri boð upp á konfliktina er, at Ísrael ikki góðtekur altjóða lógir.

Hvørt ár savnast ST fyri at finna eina loysn upp á konfliktina í Israel, og hvørt ár er úrslitið tað sama. 161 atkvøða fyri eini loysn, meðan lond sum Ísrael, USA, Naru, Palau og Marshall oyggjarnar atkvøða ímóti eini loysn.

Hamas hevur meldað út, at felagsskapurin vil loysa trupulleikan við at halda seg til altjóða lóg, og fáa økið aftur, sum ólógliga bleiv tikið frá teimum í 1967. Og sum eitt lítið eyka point, so hava palestinar roynt ta pasifistisku loysnina, har mann mótmælti uttan at brúka harðskap, men tað var heldur ikki gott nokk fyri Ísrael.

Fakta og reality check
Í 2012 kunngjørdi ST eina rapport, har mann m.a. setti spurningin, um Gaza yvirhøvur fór at verða liviligt í 2020. Tað vil siga, at um 1½ ár so verður tað ikki liviligt í Gaza. Seinni rapportir hjá ST og Ísrael hava spátt, at tað faktiskt verður óliviligt longu áðrenn 2020. Ísrael óttast m.a., at talið á sjúkum fer at økjast og spjaða seg til Ísrael. 

Fara vit eitt stig víðari, so eru meir enn helvtin av íbúgvunum í Gaza børn. Sum eitt bonus, so sleppa íbúgvarnir ikki út úr Gaza, tí Ísraelar hava sperrað teir inni. Munurin á Gaza og øðrum økjum, sum verða rakt av vanlukkum er, at aðrastaðni hevur mann altíð møguleika at flýggja til eitt annað øki. Men tað er ikki galdandi fyri íbúgvar í Gaza. Gaza er einasta stað í heiminum, har mann ikki hevur møguleika at flýggja undan óliviligum korum. Ísrael hevur m.a. bannað innflutningi av heilivági, dialysu- og hjartatólum, samstundis sum Palestina ikki hevur nokk av elorku til at dríva sjúkrahúsini.

Sambært heimsbankanum hava íbúgvar í Gaza el í 3-6 tímar dagliga, sum er tríggjar ferð minni enn tað er tørvur á. Ísrael hevur eisini avmarkað rættindini hjá íbúgvum í Gaza til at fiska og hava landbrúk. Samstundis sum meir enn ein millión av íbúgvunum liva á hungursmarkinum. Og sum tað seinasta, so er 95% av vatninum í Gaza so illa dálkað og eitrað, at tað er óegnað til menniskju. Hvønn dag verða børn eitraði av at drekka dálkaða vatnið, og børnini og íbúgvarnir generelt hava ikki møguleika til at flýggja til eitt annað øki, tí Ísrael hevur hertikið Gaza, og gjørt Gaza til eitt opið fongsul.

Fyri at brúka Gandhi aftur, so segði hann, at um ein kvinna verður neyðtikin og sparkar, slær og klórar fyri at sleppa vekk frá tí, sum ger seg inn á hana, so er tað ikki harðskapur. Tað sama ger seg galdandi, tá Ísrael ólógliga hertekur títt land, oyðileggur títt heim og drepur títt fólk gjøgnum 50 ár. Og ígjár - eftir at palestinar hava verið kúgaðir í meir 50 ár - so gjørdu tey mótstøðu, har úrslitið var, at ísraelar drupu og særdu hesi fólkini. Alt meðan vit í Tórshavn feiðraðu Ísrael. Hetta landið sum sambært fyrireikarunum uppá nógvar mátar er eitt ótrúliga imponerandi land. Eitt vælfungerandi demokrati. Eitt land, har jødar og muslimar liva væl saman. 

Hergeir Staksberg

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo