Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Herfyri kom eitt barn illa fyri, tá ið tað spældi í hesum fimleikaringunum, og nú hevur Tórshavnar kommuna heitt á allar stovnar í kommununi um at ansa eftir, tá ið børn brúka ringarnar.

Tað váttar Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu.

- Tibetur spældi alt væl av, so barnið fekk einki mein, men vit hava kortini heitt á allar stovnarnar í kommununi um at ansa eftir, tá ið børnini venja sín motorik í ringunum.

Sambært trivnaðarstjóranum kom barnið at sita fast í buktini, sum ringurin hongur í (sí niðaru myndina).

Tí verður rátt til ikki at hava hesa buktina stóra, sambært trivnaðarstjóranum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo