Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Náttúru- og umhvørvisnevndin hevur samtykt, at Tórshavnar kommuna skal gevast við at brúka bláleistarnar – bláu einnýtis plastskógvarnar.

Avgerðin varð send kommunalu stovnunum til hoyringar. Heilsu- og umsorganartænastan hevur tó tørv á at halda á fram at nýta bláleistarnar, og tískil er undantak givið teimum.

Hervið fara bláleistarnir í søguna á dagstovna-, skúla- og mentunarøkinum. Í næstum verða skeltir hongd upp á øllum stovnum, har fólk verða biðin um at lata seg úr skónum. Vónandi fara øll at taka væl ímóti nýggja vananum.

Átakið er enn eitt stig á Grønu Leiðini, umhvørvispolitkkinum hjá Tórshavnar kommunu, at minka um nýtsluna av einnýtis plasti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo