Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Onnur tíðindi

Tað elvir til høvuðbrýggj hjá nógvum, at seðlarnir verða skrivaðir eftir fornavni heldur enn eftirnavni. Men tað verður nú broytt, lovar kommunan

Fleiri góvu ilt av sær, millum annað á sosialu miðlunum, tí fólk úr sama húsi skuldu á fleiri ymiskar hvalir at skera upp.

- Tað hevði verið lættari um eftirnavnið varð brúkt, tí vit eita øll tað sama til eftirnavn, og so høvdu vit verið á sama hvali, skrivar ein pápi og sipar til, at hann soleiðis kundi lagt synunum lag á.

Fleiri onnur taka undir, og nevnt verður, at onkur hvalur hevði heili 72 ymisk nøvn sum áttu part.

- Eg skuldi hava tríggjar partar, teir vóru á trimum ymiskum hvalum, og tað gjørdi, at tá eg kom til triðja hvalin var liðugt og eg misti tann partin, skrivar ein.

Tórshavnar kommuna hevur tikið atfinningarnar til eftirtektar, og hevur boðað frá, at frá nú av verða eftirnøvnini brúkt tá grind verður býtt í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo