Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Havnarútbyggingin koyrir í fullari ferð, hóast tað enn vanta fleiri loyvir frá myndugleikunum. Eg havi reist spurningin í ovastu leiðsluni á Vaglinum, um ikki talan er um heimildarloysi, men havi enn einki svar fingið haðani.

Í januar spurdi eg ovastu leiðsluna í kommununi, um hvussu lýsingin av broyttu byggisamtyktini fyri Eystara havnarøkið varð framløgd, tí eingin segði seg at hava sæð lýsingina.

Eisini fregnaðist eg eftir hvørjar myndugleika viðgerðir vantaðu og fekk til svar:

-    At Býarskipanarnevnd landsins ikki er liðug at viðgera málið.

-    At tann 8. februar varð málið sent Heilsu- og Innlendismálaráðnum, sum sama dag sendi málið víðari til Býarskipanarnevnd Landsins til ummælis. Enn er einki svar komið úr Heilsu- og Innlendismálaráðnum.

-    At tvey mótmæli eru ímóti árinskanningini, og hesi eru til viðgerðar hjá Heilsu- og Innlendismálaráðnum og tí er endaliga góðkenningin ikki komin.

Síðani havi eg spurt um kommunan hevur heimild til at brúka skattakrónur uppá havnarútbyggingina, tá málið ikki er liðugt myndugleika viðgjørt, og endaligu loyvini tíansheldur ikki eru givin. Talan er um størsta prosjekt í søgu kommunurnar og tí undrar tað meg stórliga, at kommunan eftir øllum at døma fer so lætt um. Men hesum havi eg enn ikki fingið svar uppá.

Eitt annað er, at seinasta hoyringin av ætlanini nærmast varð gjørd í loyndum, sí lýsing.

Nýta lítið mál at fjala eitt sera stórt mál
Eisini havi eg sett spurnartekin við, um framløgan av kommunurnar størstu byggiætlan, er í lagi og tænir demokratinum, hjá høvuðsstaðarkommununi. Í lýsingini, har havnarútbyggingin er kroyst inn ímillum eina broyting í byggisamtyktini fyri nakrar matriklar við Oyggjarvegin.

Lýsingin byrjar við hesum matrikklum við Oyggjarvegin, síðani koma seks linjur, við ongari yvirskrift, um broytingina av byggisamtyktini í samband við metstóru útbyggingina hjá kommununi, nevniliga av Eystara havnarøki, síðani heldur lýsingin áfram at umrøða matrikklarnar við Oyggjarvegin. Hetta er eftir míni sannføring als ikki nóg góð upplýsing til borgaran. Tvørturímóti, er tað, sum um roynt, verður at fjala út yvir málið. Kommunan heldur seg til tað minimalistiska, men syrgir tó fyri, at eingin lóg og fyrisiting verða brotin. Hetta sømir seg ikki fyri eina høvuðsstaðarkommunu, sum vil vera framsøkin, upplýst og nýmótans. Nei, hetta er tilafturskomið og lítið sømiligt eftir mínum tykki. Ei dáni í, at eingi mótmælir komu ímóti hesi broytingini av almennu byggisamtyktini.

Tá eg aftur vendi mær til kommununa, fekk eg sum svar, at tað at lýsa tvær broytingar í byggisamtyktum í somu blaðlýsing, er ikki nakað eindømi um, at kommunan lýsir fleiri broytingar í somu lýsing.  
Kommunala eftirlitið eigur at tala at

Málið er sostatt ikki liðugt myndugleika viðgjørt og hóast hetta, brúkar kommunan pening í ólukkumát í hesum døgum til prosjektering, mátingar o.a. Ja, kommunan er enn tá farin so langt, sum at bjóða arbeiðið út.

Hvussu kann kommunan loyva sær hesum? Hetta er eftir mínum tykki at fara sera lætt um skattakrónurnar og at misnýta álit borgaranna. Tá øll endalig loyvi enn ikki eru komin uppá pláss, og kommunan arbeiðir og, brúkar pening, sum um alt er ílagi, so er talan um at arbeiða í heimildarloysi.

Eg havi sett ovastu leiðsluni hjá Tórshavnar kommunu hesar umrøddu spurningar, men havi enn ikki fingið svar.

Spurningurin er, um ikki kommunala eftirlitið eigur at fara inn í málið og steðga kommununi, tá ikki øll neyðug loyvi eru fingin til vega.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimir fyri Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo