Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Leygardagin verður Mentanarnátt í Reykjavík, og hesa ferð er Tórshavnar kommuna boðin við sum heiðursgestur. Borgarstjórin og mentamálanevndin fara í hesum sambandi á vitjan í Reykjavík, har tey fara at vitja á ymsum stovnum, og við á ferðini eru spennandi føroysk listafólk, ið fara at framføra og sýna fram á Menningarnóttini.

Annika Olsen fer saman við borgarstjóranum í Reykjavík, Daguri B. Eggertson, at seta Menningarnóttina á Ráðhúsinum leygardagin, eftir at hon hevur runnið hálvt marathon í býnum. Seinnapartin leygardagin verður móttøka á Sendistovu Føroya, har Annika Olsen fer at bjóða vælkomin, og Lena og Niclas fara at spæla.

Heiðrik á Heygum og kórið Xperiment fara at spæla eftir setanina á Ráðhúsinum og seinni í Hørpuni. Eisini lata forvitnisligar framsýningar upp á Ráðhúsinum. HAV er framsýning við klæðum, ið eru framleidd úr tilfari úr sjónum. Klæðini eru úrslit av kappingini Blue Fashion Challenge, og verða klæðini at síggja á ginum og á myndum.

Hin framsýningin er ein myndaframsýning hjá Ólavi Frederiksen, myndamanni. Talan er um nýggjar havnarmyndir, sum íslendingar og vitjandi fáa høvi at síggja hesa Mentanarnátt.

Mentamálanevndin fer at vitja listaverkstað, langhyl, ítróttarhøll umframt at spennandi fyrilestrar um ung og fyribyrging av rúsevnismisnýtslu og átøk innan bókmentir og mentan annars vera at hoyra.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo