Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Í nógvum býlingum í Tórshavnar kommunu eiga borgararnir sjálvir vegirnar, og teir hava eisini ábyrgdina av at halda vegirnar við líka. Hetta er sera kostnarmikið, og tí verður viðlíkahaldið í nógvum førum ikki gjørt.

Nógvir av vegunum eru í so ringum standi, at teir lúka ikki vanligar treytir og eru til vanda fyri koyrandi feðslu og gongufólk.

Tórshavnar kommuna hevur tískil í umbúnaði at yvirtaka privatu vegirnar frá borgarunum, so at tað verður kommununa, sum fær ábyrgdina av at asfaltera og halda vegirnar við líka.

Á henda hátt skal sleppast undan holutum og vánaligum vegum í teimum ymiskum býlingunum í Havn, har viðlíkahaldið í veruleikanum hevur rikist aftur og fram millum borgararnar og kommununa.

Henda ábyrgdin verður sostatt tikin av herðunum hjá borgarunum og løgd á kommununa, sum síðani skal síggja til, at vegirnir eru á einum nøktandi støði um allan høvuðsstaðin.

Neyðugt er við øktari játtan til hetta virksemið, og ein samd teknisk nevnd samtykti í gjár at arbeiða víðari við málinum,

Bogi Andreasen, limir í tekniskunevnd
Tórshavnar Kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo