Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Soleiðis hevði Tórshavnar kommuna altíð við vissu kunnað veitt teimum vitjandi í miðbýnum ein parkerings bás mitt inni í býnum uttan so at TK tørvar at økja munandi um P-básarnar í sjálvum miðbýnum.

Hesin trupulleiki kundi verið loystur við at TK ella onnur seta á stovn eina “Parkerings Tænastu” har tann vitjandi við at gjalda eina minni peninga upphædd kann læta bilin frá sær á einum frá merktum øki í sjálvum miðbýnum til eitt starvsfólk hjá P-Tænastuni, sum síðani flytur bilin, eitt nú niðjan í Gundadali fyri síðani at taka bilin hjá ørðum kunda oman aftur.

Soleiðis kundu eini 4-6 (ella meira tá neyðugt er) starvsfólk røkja parkerings trupulleikan í miðbýnum uttan tær heilt stóru íløgurnar fyri TK hesum viðvíkjandi.

Men eisini so at sleppast kann undan hjá TK at taka øll tey grønu økini í býnum til p-økir og við hesum samstundis ikki órógva miðbýar borgaran ov nógv við parkerings trupulleikanum.

Hugsi at fleiri høvdu viljað roynt hesa tænastu við tíðini.

Hesi starvsfólk kundi óivað verið lesandi ella…?

Kanska ein app eisini kundi verið ment so at avheintan av bili og avrokning av hesi tænastu gjørdist einklari.

Bogi í Gil

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo