Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Vísandi til kjakið í sjónvarpinum um at broyta hjúnabandslógina, skal eg hervið koma við fylgjandi viðmerking.

Sambært uppskotsstillarunum, snýr málið seg um, at geva einum minnilutabólki nøkur borgarlig rættindi, og at taka støðu til borgarliga giftu fyri samkynd. Á tí eini síðuni var Hanna Jensen, sum sjálv sigur seg vera ein trúgvandi, men ikki sær nakra ansøgn í at virka fyri hesum, tá vit hava trúarfrælsi í landinum. Á hinari síðuni var Jógvan á Lakjuni, sum er “dundrandi” ímóti, og óttast fyri avleiðingunum av hesum.

Tað, sum ikki kom fram í kjakinum í sjónvarpinum, var hvussu vit definera okkara trúarfrælsi. Her er tað soleiðis, at hugtakið trúarfrælsi ikki kann hanga í  leysum lofti. Tað rætta er at siga, at vit liva í einum kristnum samfelagi, men einhvør er frítt stillaður átrúnarliga. Vit kunnu t.d. ikki skjóta upp, at tey sum hoyra til ta muslimsku trúnna, kunnu hava loyvi til at hava fleiri konur. Hetta vildi verið inkompatubult við okkara stýrisskipan.

Hvussu kann Hanna Jensen, sum sjálv sigur seg vera persónliga trúgvandi, tosa um, at tað nú skal vera ein borgarligur rættur, at liva opið og alment sum homoseksuellur í okkara landi? Í einum kristnum landi? Veit hon ikki hvat bíblian sigur um slíkt? Nakað sum er ein anstygd í Guds eygum? 3. Mósubk. 18:22 ... vanærandi lystir....  ..skemdarverk Rómbr. 1:26 &27. Her mótsigur hon sær sjálvari!

Tá sagt verður, at tey samkyndu eru fyri missmuni í hjúnabandslógini, so verður forútsett at hjúnabandið bert er ein juridiskt bindandi samlívssáttmáli millum tveir persónar. Tey sum eru ímóti, forútseta hinvegin, at hjúnabandið er meira enn hetta. Her verður hugsa um, at maður og kvinna verða eitt hold, fáa børn og verða ein familja.

Hvussu kann nakar í rámasta álvara tosa um, at tveir so ólíkir bólkar – tey samkyndu og tey hinskyndu - kunnu javnsetast í einari og somu lóg?

Hevði hetta gingið an í nøkrum øðrum fakgreinum so sum: fíggjarviðurskiftum, búskaparfrøði, verkfrøði, teldufrøði v.m? Hvat hugsa okkara løgtingsfólk fyri sær? Tá er tað búkurin, sum er vorðin teirra gudur!

Homoseksualitetur er inkompatibult við okkara núgaldandi stýrisskipan. Um hon – og okkara Grundlóg – ikki eru tíðarhóskandi til ta samfelagið, sum vit liva í í dag, tað er so ein annar spurningur.

Anna Joensen
Klaksvík

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo