Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Eyðun Hansen skrivar: Eg havi altíð havt áhuga í fiskiskapi, og havi undrast at Havstovan ofta hevur sagt, at toskurin á Føroyagrunninum er støðufastur.

Tí bað eg Havstovuna um innlit í merkingar av toski undir Føroyum, og bað tey vísa á, hvussu nógvir av hesum toskum eru fingnir aftur aðrastaðni. Hetta havi eg fingið.

Men av eini ella aðrari grund hevur Havstovnan ikki talt allar toskarnar við, sum onglendingar hava skrásett frá 1959 til 1967.

Havstovan hevur skrásett 13 toskar, men eftir knattstøðunum sum toskarnir eru fingnir aftur á, fái eg tað til 19.

Eg havi so gjørt eina talvu, har eg eisini brúki míni tøl. 

Hvørgar av útrokningunum vísa, at toskurin er støðufastur.

Havstovan merkir altíð fisk seinast í september ella í oktober, tá fiskurin ferðast lítið og onki.

Eg veit ikki, hví Havstovan steðgaði við at merkja tosk um várið, tá so stórt tal av teimum merkjunum vórðu afturfingin uttan fyri Føroyska landgrunnin.

Hinar fiskivinnutjóðirnar merkja toskin um várið fyri at síggja, hvar toskurin ferðast.

Nú havi eg hugt gjølla eftir tølunum, og eg fái tað til, at toskurin flytir rættiliga nógv inn og út av grunninum serliga um várið, tá gýtingin er.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo