Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Ein vietnamesisk kvinna var helst millum tey 39, 31 menn og 8 kvinnur, sum eru funnin deyð í einum konteynara í Essex har suðuri í London mikunáttina, skrivar norska Nettavisen.

Bretska løgreglan hevur handtikið tríggjar persónar sum eru undir illgruna fyri menniskjasmugling og at hava dripið 39 fólk.

Ein mannarættindafelagsskapur í Hanoi hevur navngivið Tra My sum eitt av offrunum, skrivar Sky News.

Fleiri bretskir miðlar umtala kvinnuna, eisini The Guardian og The Telegraph.

Men tíðindini eru ikki váttað, tó at miðlarnir hava valt at nevna kvinnuna sum eitt av offrunum.

Tann 26 ára gamla er navngivin á Twitter við mynd av Hoa Nghiem, sum er koordinator hjá felagsskapinum Human Rights Space.

Sagt verður eisini at hon hevur sent fleiri tekstboð til mammuna úr konteynaranum, áðrenn hon at enda doyði.

- Umber meg, mamma. Mín ferð er miseydnað. Mamma, eg elski teg so høgt. Eg doyggi tí eg fái ikki anda, skrivaði hon til mammuna, sambært Human Rights Space.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo