Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Onnur tíðindi

Ein trailari við 40 tonsum av fiski kom illa fyri á Vestmannavegnum um middagsleitið.

Trailarin gleið og kom at standa tvørur á vegnum, so bilar illa fingu koyrt. Stórir bilar fingu ikki koyrt framvið, og millum annað rutubussurin var seinkaður av tí sama.

Tað tók ein lítlan tíma til ein maskina frá Landsverki fekk trailaran leysan og vegurin aftur var opin fyri ferðslu.

Sum skilst stóð sami trailari fastur á kaiøkinum í Vestmanna og mátti hava hjálp at koma leysur stutt áðrenn hann fór á oynna og bleiv fastur har.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo