Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen
Vinna

Útlendski áhugin fyri Føroyum er voksin sera nógv seinastu árini, og tað sæst aftur hjá Local.fo, sum í hesum døgum ber út triðju og seinastu útgávuna av Local.fo blaðnum fyri í summar.

- Seinasta summar høvdu vit eina útgávu til alt summarið, men longu hetta summarið hevur borið til at prenta tríggjar ymiskar útgávur við ymiskum tilfari - í apríl, juni og í august. Tað er hugaligt, og vilja vit serliga takka føroysku aktørunum, sum velja at lýsa í okkara bløðum, sigur Torleif Joensen, stjóri í Local.fo.

Í mun til Local.fo blaðið, sum verður útgivið um summarið, so rekur Local.fo eisini eina heimasíðu, sum borðreiðir við dagligum tíðindum alt árið. Eisini her er veksandi áhugin fyri Føroyum sjónligum.

- Vit byrjaðu virksemið seinasta ár við 220.000 vitjandi alt árið. Nú vit skriva 2019, so er talið longu farið uppum tey 220.000, og tað eru 5 mánaðir eftir av árinum, upplýsir Torleif Joensen. 

Local.fo verður komandi dagarnar borið út til flestu støðini kring landið, har ferðafólk halda til.

Seinasta útgávan av Local.fo blaðnum kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo