Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Nýggjar spillivatns-, regnvatns- og drekkivatnsleiðingareru lagdar í Tróndargøtu frá Dr. Jacobsens gøtu til Jóannesar Paturssonar gøtu. Hetta arbeiðið er liðugt.

Tá ið vegurin skuldi asfalterast, vísti tað seg, at undirlagið undir gamla vegnum ikki er nóg gott at leggja asfalt á. Tann gamli vegurin hevur ligið omaná mold og øðrum bleytum tilfari. Eisini er staðfest, at nógv vatn er undir fylluni. Avleiðingin av hesum hevði verið, at vegurin hevði sjúnkað sum frálíður.

Tí verður alt tað bleyta tilfarið undir gamla vegnum,sum enn ikki er dagførdur, grivið upp, og sligið grót verður fylt íaftur,áðrenn asfalterað verður.

Hetta fer tíverri at tarna arbeiðinum og leingjaarbeiðið til umleið fyrst í juni 2019.

Heitt verður á borgarar og onnur um at vísatolsemi í sambandi við arbeiði í gøtuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo