Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

- USA heitir á Stórabretland, Frakland, Týskland og onnur europeisk sameind lond um at taka heim fleiri enn 800 IS hermenn, sum vit hava fangað í Sýria. Heim at koma fyri ein rætt og verða revsaðir.

Í einum tweetboðum skrivar Donald Trump í morgun, at USA ikki vil hava, at hesir IS hermenninir verða leyslatnir, men tað kann blíva endin um londini, hagani hesi fólkini koma, ikki taka um endan og taka sær av sínum borgarum.

Stutt undan jólum segði Donald Trump, at nú er lítið eftir av IS og USA fer skjótt at taka seinstu hermenninar heim úr Sýria.

Í morgun endurtekur hann í boðunum, at USA fer úr Sýria, tá "kalifatið er niðurbart 100%."

Altjóða miðlar skriva, at seinastu bardagarnir eru júst nú um seinastu fáu ferkilometrarnar, har seinastu IS hermenninir hava víggirt seg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo