Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton
Onnur tíðindi

Keldur siga við The New York Times at alt var klárt til álop á Iran men knappliga komu kontraboð.

Undan hesum hevði amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivað á Twitter, at Iran, sum í gjár skjeyt eina amerikanska militerdronu niður, hevur gjørt eitt "sera stórt mistak".

Keldan hjá The New York Times vil vera ónevnd, men er innarliga í amerikansku umsitingini, sigur miðilin.

- Flogfør vóru farin á veingirnar, skipini vóru til reiðar, men ongin rakett var skotin og onki skot loyst av tá avlýsingin kom, skrivar New York Times.

Keldan dugir ikki at siga, um álopið bara fyribils er útsett ella tað heilt er avblást.

Donald Trump hevur tó eftir tey fyrru boðini í morgun sent enn eini boð har hann skrivar, at amerikanska militerdronan kann vera niðurskotin av einum persóni sum var "tápuligur og ikki hugsaði seg um".

Ónevnda keldan hjá The New York Times sigur, at USA ætlaði at raka fleiri mál í Iran við sínum hevndarálopi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo