Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Ein ákæri í New York hevur latið inn stevning ímóti forsetanum og vil hava sjálvuppgávurnar fyri seinastu 8 árini. Tað skrivaðu fleiri amerikanskir miðlar seint í gjárkvøldið.

Cyrus Vance, sum er økisákæri í New York, vil hava greiðu á ymsum peningaviðurskiftum hjá Donald Trump, harímillum um hann ólógliga hevur brúkt pengar sum vóru ætlaðir til valdystin at teppa pornosjónleikaran Stormy Daniels, sum Trump skal hava fjasast við. Júst sama mál hevur gjørt, at fyrrverandi sakførarin hjá Donald Trump, Michael Cohen, er dømdur trý ára fongsulsrevsing fyri at hava brotið reglurnar um fígging av valstríði, skattasvik og at hava sagt ósætt fyri eini kongresnevnd.

Ákærumyndugleikin í heimbýnum hjá Donald Trump, New York, vil kortini til botns í málinum. Har verður hildið uppá, at tað var Trump sum gav Cohen boð um at flyta pengarnar til Stormy Daniels.

Donald Trump hevur øll árini síðani valstríðið byrjaði uppundir forsetavalið í 2016 noktað at útflýggja síni skattaskjøl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo