Uttan arbeiði eingin hvíld, uttan stríð eingin sigur
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Kristina Háfoss, fíggjarráðharri, Annika Olsen, borgarstjóri og forkvinna í KAF, og Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, hava júst undirskrivað sáttmálan. (Mynd: VP.FO)

3-ára sáttmálasemja er í dag gjørd millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið.

Talan er um eina fíggjarliga skynsama semju, ið heldur seg innanfyri avtalaða lønarkarmin á almenna arbeiðsmarknaðinum fyri komandi 2 árini, men røkkur hartil eitt ár longur við einum varligum lønarvøkstri fyri hetta árið.

Semjan er grundað á semingsuppskot, ið varð lagt fyri partarnar eftir drúgvar samráðingar.

Semjan inniber fylgjandi:
Samlaði lønarvøksturin yvir 3 ár er 6,95%.

Hetta svarar til 1,45% afturat tí 2-ára lønarkarmi, ið avtalað varð við størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum (Karmurin er íalt kr. 1.449 í mánaðarligari lønarhækking, sum svarar til uml. 5,5% samanlagt yvir 2 ár fyri limir hjá Pedagogfelagnum).

Triðja árið svarar sostatt til umleið 1,45% í lønarvøkstri.

Hartil verður eftirlønin hjá hjálparfólkum javnsett við eftirlønina hjá námsfrøðingum innan kommunala økið.

Eftirlønargjaldið hækkar sostatt úr 10% upp í 12%. Hetta svarar til ein samlaðan kostnað á 0,8% av karminum yvir 3 ár.

Eisini er avgjørt er, at tímalønt, sum í dag als onga eftirløn fáa, framyvir fáa eftirløn samsvarandi eftirlønarlógini, ið er 4% í 2018. Hetta svarar til ein samlaðan kostnað á 0,4% av samlaða karminum yvir 3 ár.

3-ára sáttmálatíðarskeið
Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ynsktu at gera eina 2-ára avtalu innan tann lønarkarm, ið varð avtalaður við størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum í fjør.

Men semingsuppskotið legði upp til heldur at gera eina 3-ára avtalu, við meirkostnaði á 1,45% lønarhækking fyri 3. árið.

Við hesum heldur avtalan seg til avtalaða lønarkarmin fyrstu 2 árini, samstundis sum talan er um ein lágan lønarvøkstur 3. árið.

Tí tóku Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eisini undir við semingsuppskotinum.

Hjálparfólk
Nýggja lønartalvan merkir, at hjálparfólk fáa samanlagt 1.200 kr. í lønarhækking yvir 3 ár. Hartil fáa hjálparfólk, ið hava verið meira enn 2 ár á endastigi, eitt nýtt endastig.

Eisiini hækkar eftirlønargjaldið hjá hjálparfólkum úr 10% upp í 12%. Hjálparfólk við hjálparfólkaútbúgving úr útlondum fáa hartil eitt eyka lønarstig í lønartalvuni.

Partarnir hava eisini avtalað í felag at heita á Mentamálaráðið um, at kanna møguleikarnar fyri at fara undir at skipa eina útbúgving fyri hjálparfólk í Føroyum.

Námsfrøðingar
Nýggja lønartalvan merkir, at byrjunarlønin hjá námsfrøðingum hækkar samanlagt 1.300 kr. yvir 3 ár. Hesin lønarvøkstur veksur fyri hvørt stig, soleiðis at endalønin eftir 3 ár kemur upp á 33.063 kr.

Vøksturin í endaløn er sostatt rindaður av samlaða lønarkarminum. Í 2019 styttist lønarstigin, soleiðis at farið verður úr 16 árum niður í 14 ár frá byrjunar- til endastig.

Hartil er semja um, at virkast skal fyri, at skipa fleiri námsfrøðilig størv innan eldraøkið.

Tórshavn, 14. januar 2018
Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo