Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur

VP spyr

NAVN / NR.FO

Onnur tíðindi

Nú er staðfest at tilburðurin í gjár, tá ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í Charlottesville, hevur kravt trý mannalív. 19 onnur hava fingið løstir.

Politiið hevur handtikið ein 20 ára gamlan mann og skuldsett hann fyri hendingina.

Fólkini sum vórðu ákoyrd tóku lut í eini mótmælisgongu ímóti Ku Klux Klan og høgravíðgongdum, hava eygnavitni sagt fyri AP.

Ófriðurin er kyknaður eftir at myndugleikarnir hava boða frá at ein standmynd skal takast niður. Standmyndin er av Robert E. Lee, sum var herovasti hjá suðurstatunum undir amerikanska borgarakrígnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann