Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Innlendis ítróttur

Ríðisambandið: Ríðibreytin í Marknagili í Havn er karmur um sera spennandi FM finalu kl 14 í dag, tá skal avgerðast hvør vinnur tær báåar greinanar sum enn ikki eru avgjørdar. Spenningurin er helst serliga um hvør vinnur FM í Tvíspor og skal ganga á odda fyri skrúðgonguni á ólavskøku næsta ár. 

Spenningur er tó eisini aðrastaðnis enn í Tvíspor, í Skeið eru tað serliga Syrpa hjá Bárði Johannessen og Sina hjá Brandi í Dali sum kappast um FM, men Tyrla hjá Rógva S. Holm hevur eisini møguleikan at vinna. Tað er tó sera stór kapping um stigini í dag, heili 11 ross dystast í skeiðgreini, og tað eru helst tvey heilt onnur ross sum hava besta møguleika at vinna á degnum, nevnliga Gylling hjá Klæminti Myllhamar og Kór sum Beinta P. Debes ríðir. 

Tøltgreinin er enn ikki FM grein, har dystast 6 ross og har verður helst áhugavert at síggja nýggja hestin hjá Knút Lútzen, hesturin eitur Kári og hevur hann hevur longu vunnið eina FM grein í gongulagskapping, men tað verður eisini áhugavert at síggja onnur ross har.  Í trav kappast 5 ross, har er Grettir við Kristfríð D. Jacobsen longu FM vinnari. Tvíspor ung hevur fýra luttakarar, har er FM vinnarin Sílfa og Ása Bárðardóttir stórfavorittur at vinna. Tvíspor annar flokkur hevur seks luttakarar, har man tað helst vera Tittan við Geir Wardum sum hevru best møguleikar. men onnur ross hava eisini møguleikan. 

Stóra brakið verður tó tá Tvíspor fyrsti flokkur skal avgerðast, har eru trý ross sum kunna vinna FM og hetta er helst ongantíð komið fyri fyrr. Fremst er Svanna hjá Hans P. Poulsen við 23 stigum, nummar tvey er Freyr hjá Onnu Magnussen við 21 stigum og nummar trý Marengo sum Regin Johannessen ríðir. Svanna og Freyr kunna sjálvi avgera FM til egnan fyrimun , men Marengo skal hava hjálp frá Freyr fyri at kunna vinna. Spennandi verður, kl 16 í dag eru vit vónandi øll klókari. 

FM stigatalvan

Skeið:
Syrpa 19 stig
Sina 17 stig
Þyrla 14 stig
Stígur 9 stig
Skuggsjá 8 stig
Kór 7 stig
Viti 4 stig

Trav:
Grettir 28 stig og Føroyameistari
Freyr 20 stig 
Lotta 7 stig
Tittan 4 stig
Savoy 4 stig
Barði 3 stig

Tvíspor ung:
Silfá 28 stig og Føroyameistari
Blíður 16 stig 
Þáttur 9 stig
Urd 9 stig
Píl 6 stig

Tvíspor vaksin:
Svanna 23 stig
Freyr 21 stig
Marengo 20 stig
Urd 3 stig
Tindur 2 stig
Antares 1 stig

Nr. 1 fær 7 stig, nr. 2 fær 5 stig, nr. 3 fær 4 stig osfr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo