Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál
Tekstlýsingar

Handverkari/hjálparfólk til Part 145 og bjargari til Atlantic Airways
Vit leita eftir einum handverkara/hjálparfólki (fitter) til viðlíkahald av flogførum og til at vera bjargingarfólk við tyrluni (SAR – Search and Rescue). Talan er um eitt starv við tvíbýttum uppgávum.

TAÐ VERÐUR TÍN UPPGÁVA AT

- Viðlíkahalda flogfør
- Taka tær av øðrum fyrifallandi arbeiði í Hangarinum
- Vera partur av bjargingararbeiðinum hjá tyrluni
- Luttaka í veiting, bjarging og sjúkraflutningi á sjógvi og á landi

UM TEG

- Tú ert ábyrgdarfull/ur og álítandi
- Tú ert fyrikomandi og arbeiðsom/samur
- Tú ert kropsliga og sálarliga væl fyri og megnar at arbeiða í øllum veðri bæði á sjógvi og landi
- Tú megnar at halda høvdið kalt í truplum støðum
- Tú ert stinn/ur í enskum bæði í skrift og talu
- Handverkaraútbúgving er ein fyrimunur
- Tú hevur reina revsiváttan

UM STARVIÐ
Arbeiðsuppgávurnar eru tvíbýttar. Tú fert í høvuðsheitum at vera tengd/ur at deildini Part 145.Tú verður eisini partur av tyrludeildini og tilbúgving Føroya, har uppgávurnar í stóran mun fevna um bjargingararbeiði við tyrluni. Atlantic Airways syrgir fyri, at tú fært neyðugu skeiðini og undirvísingina, sum fer fram í Føroyum og uttanlands.

VIT BJÓÐA
Fyri rætta viðkomandi er talan um eitt spennandi, avbjóðandi og til tíðir krevjandi starv. Tú fert at samstarva tvørtur um deildir við fleiri fakbólkar. Tú verður partur av tveimum ymiskum og áhugaverdum deildum í felagnum við fjølbroyttum uppgávum.

SETAN
Talan er um eitt fulltíðarstarv í skiftandi vaktum, arbeitt verður eftir vaktarskipan. Vaktir eru alt samdøgrið; eisini um vikuskiftið og heiligdagar. Løn og setanartreytir eftir avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Starvsstaðurin er í Hangarinumí Vága Floghavn.

Umsóknir við lívsrensli (cv), møguligum viðmælum og øðrum viðkomandi tilfari, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. februar 2020. Umsóknin skal sendast til starv@atlantic.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

VILT TÚ VITA MEIRA UM STARVIÐ?
So ert tú vælkomin at venda tær til Richard Johansen, viðlíkahaldsleiðara í Part 145, á tlf. +298 21 37 85 / richard@atlantic.fo, Hans Erik Jakobsen, tyrluovasta, á tlf. +298 21 37 06 / hanserik@atlantic.fo  ella Elina Sigvardsen, starvsfólkaleiðara, á tlf. +298 21 37 02 / elin@atlantic.fo

Starvsfólk til flogavgreiðslu og bjarging hjá Atlantic Airways
Vit leita eftir einum starvsfólki til at avgreiða flogfør og til at vera bjargingarfólk við tyrluni (SAR – Search and Rescue). Talan er um eitt starv við tvíbýttum uppgávum. 

TAÐ VERÐUR TÍN UPPGÁVA AT
- Avgreiða flogfør – lasta og lossa viðføri, farm og vistveitingar
- Viðlíkahalda amboð og annað fyrifallandi arbeiði
- Vera partur av bjargingararbeiðinum hjá tyrluni
- Luttaka í veiting, bjarging og sjúkraflutningi á sjógvi og á landi

UM TEG

- Tú ert ábyrgdarfull/ur og álítandi
- Tú ert fyrikomandi og arbeiðsom/samur
- Tú ert kropsliga og sálarliga væl fyri og megnar at arbeiða í øllum veðri bæði á sjógvi og landi
- Tú megnar at halda høvdið kalt í truplum støðum
- Tú ert stinn/ur í enskum bæði í skrift og talu
- Handverkaraútbúgving er ein fyrimunur
- Tú hevur reina revsiváttan

UM STARVIÐ
Arbeiðsuppgávurnar eru tvíbýttar. Tú fert í høvuðsheitum at vera tengd/ur at flogavgreiðsluni.Tú verður eisini partur av tyrludeildini og tilbúgving Føroya, har uppgávurnar í stóran mun fevna um bjargingararbeiði við tyrluni. Atlantic Airways syrgir fyri, at tú fært neyðugu skeiðini og undirvísingina, sum fer fram í Føroyum og uttanlands.

VIT BJÓÐA
Fyri rætta viðkomandi er talan um eitt spennandi, avbjóðandi og til tíðir krevjandi starv. Tú fert at samstarva tvørtur um deildir við fleiri fakbólkar. Tú verður partur av tveimum ymiskum og áhugaverdum deildum í felagnum við fjølbroyttum uppgávum.

SETAN
Talan er um eitt fulltíðarstarv í skiftandi vaktum, arbeitt verður eftir vaktarskipan. Vaktir eru alt samdøgrið; eisini um vikuskiftið og heiligdagar. Løn og setanartreytir eftir avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Starvsstaðurin er í Vága Floghavn.

Umsóknir við lívsrensli (cv), møguligum viðmælum og øðrum viðkomandi tilfari, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. februar 2020. Umsóknin skal sendast til starv@atlantic.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
 
VILT TÚ VITA MEIRA UM STARVIÐ?
So ert tú vælkomin at venda tær til Rasmus Niclasen, Ground Operations Manager, á tlf. +298 21 37 21 /rasmus@atlantic.fo, Hans Erik Jakobsen, tyrluovasta, á tlf. +298 21 37 06 / hanserik@atlantic.fo ella Elina Sigvardsen, starvsfólkaleiðara, á tlf. +298 21 37 02 / elin@atlantic.fo

Starvsfólk til flogavgreiðslu hjá Atlantic Airways
Vit leita eftir starvsfólki til at avgreiða flogfør hjá Atlantic Airways á flogvøllinum í Vágum.

TAÐ VERÐUR TÍN UPPGÁVA AT   
- Avgreiða flogfør – lasta og lossa viðføri, farm og vistveitingar
- Viðlíkahalda amboð
- Annað fyrifallandi arbeiði

UM TEG

- Tú ert ábyrgdarfull/ur og álítandi
- Tú ert fyrikomandi og arbeiðsom/samur
- Tú ert kropsliga væl fyri
- Tú hevur reina revsiváttan

VIT BJÓÐA

Fyri rætta viðkomandi er talan um eitt spennandi, av­bjóðandi og til tíðir krevjandi starv. Tú fert at samstarva tvørtur um deildir við fleiri fakbólkar.

SETAN
Talan er um eitt fulltíðarstarv í skiftandi vaktum, arbeitt verður eftir vaktarskipan. Vaktir eru alt samdøgrið; eisini um vikuskiftið og heiligdagar. Løn og setanartreytir eftir avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Starvsstaðurin er í Vága Floghavn.

Umsóknir við lívsrensli (cv), møguligum viðmælum og øðrum viðkomandi tilfari, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. februar 2020. Umsóknin skal sendast til starv@atlantic.fo

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

VILT TÚ VITA MEIRA UM STARVIÐ?
So ert tú vælkomin at venda tær til Rasmus Niclasen, Ground Operations Manager, á tlf. +298 21 37 21 /rasmus@atlantic.fo ella Elina Sigvardsen, starvs­fólkaleiðara, á tlf. +298 21 37 02 / elin@atlantic.fo

UM OKKUM
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Í fyritøkuni starvast umleið 200 eldhugað og tænastusinnað starvs­fólk í nógvum ymsum starvsbólkum. Okkara fremstu upp­­gávur eru at knýta Føroyar nærri um­heiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutunet við Føroyum sum hornasteini og eina framúr góða tænastu. 

Les meira á heimasíðu okkara atlantic.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo