Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Trygd og H71 hava í skrivað undir stuðulsavtalu, ið merkir, at Trygd framyvir verður at síggja á blusunum hjá besta mansliðnum hjá H71.

Við hesum verður Trygd ein partur av stuðulstoyminum hjá H71 og verður sostatt við til at tryggja góðu gongdina, sum hoyvíkingar hava havt seinastu árini.

Janus Thomsen, stjóri í Trygd, er fegin um nýggja samstarvið. “H71 hevur stóran týdning fyri Hoyvíkina og er H71 í dag tað skjótast vaksandi felagið í Føroyum.Við nýggju samstarvsavtaluni ynskja vit at stuðla framhaldandi menningini av hondbóltinum í Hoyvík”, sigur Janus Thomsen, stjóri í Trygd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo