Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Innlendis ítróttur

Leygardagin 14. oktober verður søguligur dagur hjá nýggja kurvabóltsfelagnum í Klaksvík, Hávur.

Í høllini á Toftum kl. 19.00 taka føroyameistarnir Ravnur móti nýggjasta kurvabóltsliðnum í Føroyum, Hávur. Hetta verður stór avbjóðing hjá Hávi.

Hávur hevur fleiri leikarar, ið enn eru púrasta óroyndir, men saman við teimum hava teir eisini landsliðsleikarar.

Ein sera áhugaverd samanseting av royndum og ikki royndum leikarum.

Ravnur, ið suverent vann Trygd kappingina í fjør, má átaka sær leiklutin sum stórfavorittur í morgin. Tó skal sigast, at Ravnur hava mist týðandi leikarar frá í fjør, júst til Háv. Ravnur tapti bert tann eina dystin síðsta kappingarár.

Tað er ókeypis atgongd til dystin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo