Eg ræðist sengur. Fleiri fólk doyggja í teimum enn nakra aðrastaðni
- W. C. Fields
Onnur tíðindi

Ein trygdarfaldari við kunning um, hvussu ein skal bera seg at í føroysku náttúruni, er komin út í dag. Tað eru Visit Faroe Islands, Politiið og Landsfelagið fyri Bjargingarfeløgini, sum geva faldaran út.

Trygdarfaldarin, sum ber heitið ‘Safe Travel’, verður at finna í leigubilum, á kunningarstovum, á gistingarhúsum, hjá ferðavinnuskrivstovum, á netinum og aðrastaðni, har ferðafólk ferðast.

Dømi hava verið um, at leiting eftir ferðafólki er sett í verk, tí tey hava verið leingi frá bili sínum og fólk eru vorðin bangin um tey. Fyri at sleppa undan slíkari óneyðugari leiting, verða ferðafólk biðin um at útfylla baksíðuna á faldaranum, áðrenn tey fara gongutúrar í haganum. Her skulu tey upplýsa navn, telefon nummar, hvar tey ætla at ganga og nær tey vænta at koma aftur. Faldarin skal síðani leggjast í framrútin í bilinum, soleiðis at onnur síggja upplýsingarnar, ella skal faldarin latast gistingarstaðnum, har viðkomandi býr. Á tann hátt ber til at fylgja við ferðini og fáa fatur á viðkomandi, um tørvur er á tí.

Trygdarfaldarin gevur góð ráð um, hvussu ferðafólk skulu fyrireika seg, tá tey fara í hagan. Millum annað verður kunnað um røtt klæðir, at kanna veðurlíkindini, áðrenn tey fara, og um at virða náttúru og djóralív.

Trygdin hjá ferðafólkum er av alstórum týdningi og er nakað sum Visit Faroe Islands, saman við Politinum og Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløgini, taka í størsta álvara.

“Flestu ferðafólkini, sum koma til Føroyar, duga væl at bera seg rætt at í fjøllunum, men vit vóna, at øll ferðafólk taka faldaran til sín og fylgja góðu ráðunum, sum eru at finna í honum,” sigur Jóhan Pauli Helgason, leiðari á menningardeildini hjá Visit Faroe Islands. “Vit arbeiða miðvíst við at tryggja, at ferðafólk fáa røttu kunningina, tað verði seg á heimasíðuni, í faldarum, á skeltum, á sosialu miðlunum, í lýsingum og í leysbløðum, sum millum annað liggja í øllum leigubilum. Nýggi trygdarfaldarin er enn ein liður í hesum arbeiði.” 

Myndir: Visit Faroe Islands

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo