Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Innsatsleiðslan á Tvøroyri hevur tikið avgerð um, at minka trygdarfrástøðuna fra 1 km niður í umleið 300 metrar.

Økið kring Varðan Pelagic, sum framvegis er lýst vandaøki,ð er øki:

- sum norðureftir gongur til Ovara Veg – strekkið frá Tvøroyrar Kirkju vestur til Skótahúsið,

- vestur efter til Sjúkrahúsbrekkuna – frá Skótahúsinum og í sjógv, og

- eystur eftir frá Tvøroyrar Kirkju í eina beina linju suður eftir og í sjógv.

Borgarar, ið eru staddir vestan fyri vandaøkið og búgva eystanfyri, kunnu koyra eftir Ovara Vegi.

Borgarar, ið búgva uttanfyri merkta vandaøkið, kunnu nú fara heimaftur.

Nærri verður at frætta í morgin.

Jón Klein Olsen
varapolitiinspektørur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo