Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

17. juli verður í lesarabrævi spurt, um trygdin umborð á Norrønu er í lagi.

Umborð á Norrønu leggja vit dent á at uppfylla øll føroysk og altjóða trygdarkrøv. Men tá ein tílíkur spurningur verður settur, so er upplivingin hjá kundanum av trygdini ikki nøktandi, og tað eiga vit tí at gera betur.

Men lat tað vera sagt, at skipari og manning umborð á Norrønu fara ongantíð upp á kompromis við trygdini, ið er ein av grundarsteinunum undir virkseminum hjá Norrønu.

Í ár hava fleiri ferðafólk upplivað, at tað hevur verið trongt á dekkinum, og at bilar standa tætt saman. Orsøkin er, at vit hava havt nógv fleiri bilar og meira farm við Norrønu í 2017 enn undanfarin ár. Norrøna fer tó ongantíð upp um góðkenda talið av ferðafólki, bilum ella farmi.

Høga talið av ferðafólki, bilum og farmi hevur avbjóðingar við sær, og serliga kann bíðitíðin gerast long fyri tey, ið hava bil á heingidekkinum 4A.

Fyri at sleppa undan ónøgdsemi og longum bíðirøðum boðar móttøkan áðrenn komu frá, at ferðafólk, ið hava bilin á dekki 4A, kunnu vænta eina bíðitíð á 1 tíma og tískil ikki nýtast at fara oman á dekkið at bíða. Hesi boðini eru flest ferðafólk fegin um og bíða við at fara oman í bilin. Tó eru tað kundar, ið fara í bilarnar at bíða.

Fyri at sleppa undan, at fólk bíðar á A4 dekkinum fyri at sleppa inn í bilarnar, fara vit at endurskoða mannagongdina, tá bilar koma umborð. Hesi fólk fáa framyvir boð, longu tá tey koma umborð, at tey ikki skulu fara á dekkið samstundis sum hini. Hesi verða so rópt niður á dekkið, tá atgongdin til teirra bil er vorðin betri.

Vit á Smyril Line arbeiða áhaldandi við at betra um tænastuna umborð, ið altíð kann verða betur. Í hesum føri er tað serliga kunningin, ið vit arbeiða við, men arbeitt verður støðugt við at betra tænastuna á øllum økjum umborð á Norrønu. 

Rúni Olsen
Maritimur stjóri
Smyril Line

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo