Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Tekstlýsingar

Er tað tær vit leita eftir?

Vit leita eftir hugagóðum og dugnaligum næmingum, sum brenna fyri at læra nýtt og at taka sær væl av kundum okkara við at vera fyrikomandi, áhugað og álítandi.

Sum næmingur í Betri Trygging ella Betri Pensjón verður tú partur av einum væl samanspældum toymi, har hvør ger sítt til, at kundar okkara fáa framúr góða tænastu.

Næmingatíðin
Tú fært eina fjølbroytta og avbjóðandi útbúgving innan nútíðar Tryggingar- og Pensjónsvirksemi. Tú fært millum annað kunnleika til búskap, løgfrøði og fíggjar-, tryggingar- og pensjónsviðurskifti. Tú lærir at veita kundum okkara ráðgeving og tænastur í einum professionellum og kundavendum umhvørvi.

Næmingatíðin byrjar 16. september og tekur 2 ár. Rættiliga tíðliga í næmingatíðini fært tú uppgávur, har tú ert í beinleiðis sambandi við kundar okkara. Tí er umráðandi, at tær dámar at hava við fólk at gera, og tú trívist við og hevur evni at seta teg inn í støðuna hjá øðrum.

Útbúgving
Tú gongur í Tryggingar- ella Pensjónsskúla og ert við í próvgevandi lærugreinum. Í skúlatíðini hittir tú aðrar næmingar og fært høvi at sparra og fáa íblástur frá teimum.
Krøv

Umsøkjarar skulu hava lokið miðnámsútbúgving.

Fleiri upplýsingar um næmingastørvini fáast við at venda sær til Rannvá Justinussen, HR-leiðara á tel: 548575, teldupostur: rju(at)betri.fo

Send umsókn við avriti av próvskjølum umvegis heimasíðu okkara www.betri.fo ella til teldupost: starv@betri.fo

Tú hevur eisini møguleika at senda við vanligum brævi á adressuna:

Betri Trygging P/F
‘Starv sum næmingur’
Kongabrúgvin 1
100 Tórshavn

Umsóknarfreist
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. august 2019 kl. 15:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo