Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Innlendis ítróttur

Tryggingarfelagið Føroyar hevur gjørt 2 ára stuðulsavtalu við føroyska súkklaran, Torkil Veyhe.

Torkil Veyhe sigur: “Eg eri sera takksamur fyri stuðulin. Hann gevur mær møguleika at fáa eina optimala fyrireiking til komandi kappingarár. Við hesari avtaluni kann eg fáa ein persónligan venjara, har venjingarskráin verður løgd til rættis, so eg kann náa mínum málum”.

Maria á Dul, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum sigur: “Vit vilja stuðla ungum føroyingum, sum gera nógv burturúr og leggja orku í venjing og menning innan ymiskar einstaklinga ítróttargreinar. Okkara samstarv fer vónandi at geva Torkil betri møguleikar at menna seg innan súkkluítróttina og at skapa enn betri úrslit, bæði í Føroyum og uttanlands”.

Torkil vann gull í einkultstarti og bronsu í landavegskappingini og liðkappingini á Oyggjaleikum á Jersey í summar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo