Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Politikkur

- Tryggir karmar og ábyrgdarfull fíggjarstýring eiga at gerast vørumerkini hjá hesi samgonguni, segði Christian Andreasen, nývaldur løgtingslimur, millum annað í síni fyrstu røðu á løgtingi í dag.

Hann segði seg vera fegnan um samgonguna og tað samgonguskjal, sum verður virkisgrundarlagið hjá hesi samgonguni. Tað er hansara vón, at vørumerkini hjá hesi samgonguni gerast “tryggir karmar” og “ábyrgdarfull fíggjarstýring”.

- Andstøðan tapti valið fyrst og fremst orsakað av teimum nýskipanum, sum hon framdi. Hesar víttfevnandi nýskipanir blivu koyrdar ígjøgnum á alt ov smølum grundarlagi og uttan, at fyrilit er tikið viðvíkjandi teimum, sum eru rakt av hesum. Samfelagið bleiv óstabilt av hesum.

- Tað er mín vón, at andstøðan rættar sín politikk eftir valúrslitinum og verður við til at fremja neyðugar nýskipanir saman við samgonguni.

- Fíggjarstýringin seinastu árini hevur ikki verið nøktandi. Útreiðsluvøksturin hevur verið alt ov stórur og fíggjarstýringin hevur ikki tikið neyðugt atlit til samlaðu útreiðslurnar í almenna geiranum, nevniliga, allar tær íløgur, sum verða gjørdar uttanfyri fíggjarlógina.

- Tað er neyðugt við størri gjøgnumskygni á fíggjarøkinum, segði Christian Andreasen millum annað í síni fyrstu røðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo