Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Krutl

Tú hevur okkurt har!
Tú hevur okkurt har!
Tú hevur okkurt har!
Tú hevur okkurt har!
Tú hevur okkurt har!
Tú hevur okkurt har!
Tú hevur okkurt har!
Merkiligt fyribrigdi tá eitthvørt frávik er
Hetta at fleiri føla trongd til at fortelja tær tað
man er ikki holubúgvi alíkavæl uttan spegl
Man kundi eisini vent tí og svara aftur
“skal eg fara og ramsa upp”, tað kundi saktans lati seg gjørt.
Eg eri langt síðani vorðin góð við tað, ætli hvørki nakra lasara viðgerð ella nakað
Tað hevur fylgt mær alt lívið og er vori mín samleiki.
Og so hevði tað sikkurt bara blivi okkurt annað. Tað er altíð okkurt annað
Og tá so hetta fantastiska “okkurt annað” er komi í hús.
So var tað kanska longu har aðrenn.
Sinni er viðbreki tá man er ungur og tey sum minna ein á tað í dag hugsa ikki
at onkur annar minti tey á tað í gjár og onkur fer kanska at gera tað í ovurmorgin.
Tá festir tað seg. 

A. E.HíK

Nøkur orð um yrkingina  og eftirskrift.

Ikki kann eg klaga um góðar spælivinir floksfelagar og fleiri ikki nevndu tey tað.

Tað vóru heldur tey ið ikki vóru von ein, nøkur fá í ikki so penum vendingum. 

Tey eru so ikka á fb-vinarlistanum. So er nóg mikið sagt um tað.

Serlæknavísind var ongin á økinum ta tíðina, tessvegna var okkurt betur ógjørt. 

Tað er so dekka við blómum.

Tíbetur er serlæknavísundin á hasum økinum langt frammi í dag, við fantastiskum úrslitum.                     

Havi nógv gott at bera L.S.H men sniglaferðin ml L.S.H og R.H (rigsh) er hopleys, hvør skyld tað er finnur ongin útav sær tað út til. So einaferð komu boð nú var ferðamannliðið av serlæknum komið úr Dk.             

Fyri tað fyrsta gongur so long tíð frá viðtalu til tú nakrantíð fært boð um at koma niður á R.H at tað líkist ongum. Fyri tað næsta sótu minst 20 fólk har inni, ið bara vóru forvitin. Tað vóru serlæknar á nøkrum økjum í senn, og har sæt alt, eisini fólk úr L.S.H.                                                     

Eg segði stopp. Tók sakina í egnar hendur fór privat, har var ein lækni til staðar undir viðtaluni og ein sjúkrasystur undir narkosuni. Og tað var tað. Tríggjar mðr frá viðtalu til alt var yvirstaðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo