Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
Vinna

Tummas K. Henriksen hevur saman við Bárði, Jóannes og Sigrið, øll við eftirnavninum Henriksen, stovnað partafelagið Snarfrost við heimstaði í Miðvági. Tummas er stjóri og hini eru í nevndini, Bárður er nevndarformaður. Formliga eru tað smápartafeløgini Mykines og Vestmek sum eiga nýggja felagið.

Felagið hevur tvær milliónir krónur í partapeningi og endamálið er at reka fiskivinnu, keyp, sølu og annað virksemi í hesum sambandi.

Tað er longu nakað av tíð síðani, at virkið í Miðvági varð keypt, og tíðliga í árinum segði Tummas Henriksen, at tað fór at ganga einar seks til átta vikur til virkið byrjaði at taka ímóti fiski. Tað hevur so tikið nakað longri, men væntandi letur virkið upp í næstum og fer at kunna virka eini 2.000 til 3.000 tons árliga.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo