Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

VP spyr

NAVN / NR.FO

Vinna

VARÐIN: Tummas T. landaði leygardagin umleið 900 tons av sild. Teir royndu norðuri á 64 stigum, miðalstöddin var 390 gram.

- Sum vanligt í hesum dögum, so máttu teir bíða í nakrar dagar eftir landingartörni. Umleið 600 tons vórðu framleidd á Faroe Pelagic, og 15 tangabilar vórðu koyrdir til Vestmanna Seafood.

- Hetta gav millum 300 og 400 tons.

- Ongantíð áður hevur virkið í Vestmanna tikið ímóti so stórari nögd frá einum skipið.

Eyðun Olsen, stjóri í Vestmanna Seafood, sigur við heimasíðuna hjá Varðanum, at 25 fólk arbeiða á virkinum í tveimum vaktum, og alt í alt eru 35 fólk knýtt at virkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann