Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Krutl

Vestmenningurin, Suðringurin og Sandoyingurin hittust á Vaglinum. Teir høvdu verið í løgtinginum og lurtað:

Vestmeninngurin:  
Handa avtalan hjá samgonguni + Sonju á Seglhúsloftinum á Tvøroyri var góð.  Vit fáa kvoturnar aftur fyri eitt symbolskt gjald, sum vit seldu fyri milliónir til norðoyingarnar. Snilt at kalla tað “Menningarkvotur”.

Suðuoyringurin:
Steiki hann til handan avtalan var góð. Ogur fáa eisini part av hasi “Menningarkvotuni”.  Eisini fáa ogur nokk av uppisjóvarfiski til nýggja virki á Tvøroyri.

Sandoyingurin:
So ógemeina góð avtala á Seglhúsloftinum. Hvussu er, ætla tit at keypa skip til at fiska “Menningarkvotuna”?

Vestmeninngurin:  
Noy vit ætla at leiga onkra gamla dangu til at fiska kvotuna, og so heldur brúka peningin til at keypa og selja summarhús í Suðurevropa. So kunnu teir ríku norðingarnir keypa/leiga tey frá okkum.

Suðroyingurin:
Nei nei, ogur keypa eingi skip. Ogur ætla at leiga skip frá hasum stakkals norðoyingunum. Teir hava fleiri skip sum ikki hava nokk av kvotu, sum ogur kunnu leiga til at fiska okkara part av “Menningarkvotuni”. So fara ogur at brúka peningin til at ala altskyns fiskasløg á øllum firðum í Suðuroynni. Avtalan á Seglhúsloftinum sigur eisini at alt sum svimur í firðunum her suðri skal upp á land og arbeiðast her. Tað segði Poul frá tí “liberala” flokkinum.

Sandoyingurin:
Ja, ja, tit eru so ógemeina snildir. Haldi at vit eisini fáa part av menningarkvotuni onkursvegna. Eg havi hoyrt graml um at øll tann stóra umsitingin av hesi fløkjaligu nýggju fiskivinnunýskipani skal staðsetast á Sandoynni. Tá verður arbeiði til allar sandoyingar. Vóni bara at skipanin verður samtykt á tingi. Dersum nú Sonja ikki vil verða við, hvat so?

Vestmeninngurin:  
Ikki verða bangin. Um Sonja ikki vil verða við, so Skora teir sjálvstýrisklípi úr Klaksvík ímillum, so er avtalan komin Heim.

Ein ið gekk framvið túnatosinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo