Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Sambært galdandi lóg skuldi Vágatunnilin verið lagdur saman við restini av landsvegakervinum í fyrru helvt av 2014, tá øll íløgan var goldin.

Men lógin varð ikki fylgd tá, og sambært nýggja landsstýrismanninum í tunnilsmálum, er hann ikki sinnaður at gera nakra broyting í verandi støðu.

Hann vísir á, at landskassanum tørvar avlopið frá Vágatunnlinum til røkt av og íløgur í landsvegakervið kring oyggjarnar.

Eisini sipar hann til tvídráttin um, hvørt lógin skal tulkast hendan ella hin vegin, og vísir til svar frá fyrrverandi løgmanni uppá fyrispurning frá Poul Michelsen, har sagt verður, at íløgan ikki er niðurgoldin, fyrrenn landsskassin hevur fingið útgoldið eina upphædd, sum svarar til partapeningin, ið landskassin hevur sett í felagið.

Hesum vísa løgfrøðingarnir Bjørn á Heygum og Jógvan Páll Lassen púrasta aftur. Sambært teimum sigur lógin, at partafelagið skuldi verið avtikið, og tunnilin handaður landsstýrinum, tann dagin lántøkan hjá partafelagnum var útgoldin, og felagið var skuldarfrítt.

At sleppa undan tunnilsgjaldinum hevur ovurstóran týdning fyri Vágar. Men at trúgva at partapolitisk øsing fremur nakra loysn í so máta, tað er tápuligt!

Í mínum hugaheimi er einasti vegurin fram, at fara í rættin og har fáa eina avgerð.

Eg loyvi mær tí at heita á kommunustýrini í Vágum at fara í rættin og krevja, at landsstýrið samsvarandi tunnilslógini verður dømt at avtaka partafelagið beinanvegin og at leggja Vágatunnilin saman við vanliga landsvegakervinum.

Tað er einasti vegur at fáa framt málið!

Svend Aage Ellefsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo