Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Hóskvøldið 3. mars var kunningarfundur í skúlanum á Hvítanesi um ætlaða tunnilin undir Tangafirði.

Teitur Samuelsen, sum umboðaði tunnilsfelagið, greiddi frá, og fólk fingu høvi til at seta spurningarog siga sína meining. Eitt norskt verkfrøðingafelag hevur alt tað tøkniliga undir hond.

Felagið hevur góðkenning til ætlanina frá Landsverki og Yvirfriðingarnevndini. Hon er undir donskum yvirræði.

Tá vit borgarar skulu gera eitthvørt við hús okkara, innan sum uttan, so skulu vit fáa byggiloyvi fyrst. Tí er tað løgið, at tunnilsfelagið fór undir vegarbeiði 1. mars, ella tveir dagar fyri kunningarfundin.

Hvítanesnevndin ella Tórshavnar Kommuna hava ikki havt málið til viðgerðar, og tessvegna er einki loyvi givið til arbeiðið, sum farið er í gongd.

Er tað ikki ódámligt, at eitt alment partafelag soleiðis setur seg oman fyri "lóg og rætt"?

Hvussu ávirkar hetta Hvítanes?
Løgið er, at tunnilin kemur upp í Rossagili í 20 metra hædd frá sjóvarmála. Hetta krevur 300 metra eyka tunnil, av tí at hallið er 50‰.

Tunnilsmunnin á Hvítanesi er mitt í einum sethúsaøki. Hetta økið er samtykt og lýst av býráðnum og góðkent av landsstýrinum. Nú hetta rýkur, fer ikki at bera til at seta búgv har í framtíðini.

Afturat hesum fer hesin vegur við høgum bakaðum garði at skugga fyri vesturskininum. Tað verður heldur ikki gott, tá stórkavi kemur. Og so dunið frá tungu ferðsluni!

Týðiligt var á fundinum, at bygdarfólkinum ikki dámdi ætlanina.

Sandvíkar?

Víst varð á á fundinum, at annar møguleiki er at lata tunnilin koma upp í Sandvíkum. Har er gott og slætt lendi. Har verður tunnilsmunnin í 5 metra hædd, og so verður ein vegur upp á einar 250 metrar niðan í eina rundkoyring, umleið har, sum verandi omankoyring er.

Teinurin til Havnar verður hin sami, men farleiðin á flogvøllin verður 5-600 metrar stytri hjá eysturoyingum.

Grótið

Nøgdin av gróti úr tunlinum verður einar 600.000 kubikkmetrar, ella um 1,5 millión tons. Hesi skulu kanska koyrast langt og tyngja vegirnar.

Tí er kanska skilagott at hyggja eftir alternativa uppskotinum hjá Niels Midjord, J.P. Gregoriussen og Fríða Dalsgarð um eina havn innan fyri Sandvíkar. So kundi tunnilstilfarið verið vippað beinleiðis upp á pláss og gjørt nyttu. Hetta kundi verið høvuðshavn Føroya!

Nærum mitt millum Tórshavn og Glyvrar. Vælsignaðu! Roynið at fáa sum frægast burturúr fyri Føroyar!

Hanus Vang

P.S.: Tá SvF var inni á Skálafirði fyri nøkrum árum síðani og spurdi fólk, hvat tey hildu um tunnilin, svaraðu øll, at so fór at vera so deiliga skjótt til Havnar!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo