At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen
Lesarin skrivar

Týskland er helst tað européiska landið, sum hevur einamest av stórum, ríkum og hábærsligum býum, og tey flestu ráðhúsini eru beinleiðis arkitektoniskar perlur.  

Men tað, sum mest frøir turistar og onnur vitjandi í tí stóra centraleuropéiska landinum, er, at ráðhúskjallarin (Rathauskeller) ofta er innrættaður sum ein spennandi restauratión við tilboðum, sum tey  flestu vanligu ferðafólk hava ráð til.

Nú hevur okkara høvuðsstaður, Tórshavn eitt ráðhús, sum avgjørt hevur dygdir omanfyri miðalføroyska bygging.

Hevði tað ikki verið rímuligt, at Býráðið lat sín kommunu-kjallara útgravað og prýðað, so tað bleiv møguligt  at innrætta eina hugnaliga matstovu í okkara Ráðhúskjallara.  

Hon skuldi sjálvandi verið útliciterað eitt ávíst áramál til privatar fyritøkur, men undir kommunalum eftirliti.

Tað kundi givið nógva valuta-inntøku, tá ið stuttar og hektiskar  stórskipavitjanir vóru.

Eitt rættiliga lítið mál við stórari effekt.

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo