Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Jóannes Kalsø Danielsen (t.h.) verður ímillum teir fyrstu 11, ið Lars Olsen sendir á vøllin móti Malta - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Í kvøld klokkan 19:45 skal føroyska A-landsliðið við monnum takast við Malta. Undan dystinum hava maltesar 3 stig, sum teir vunnu á heimavølli móti Føroyum í mars mánað, meðan føroyska liðið framvegis hevur sítt fyrsta stig til góðar.

Í mun til dystin farna leygardag, tá Føroyar taptu 3-0 fyri Rumenia, hevur landsliðsvenjarin gjørt tvær broytingar í byrjunaruppstillingini til dystin móti Malta.

Jóannes Kalsø Danielsen er nýggjur maður í høgru síðu. Hann avloysir Gilla Rólantsson Sørensen, sum hevur leikbann. Og í álopinum byrjar Jóan Símun Edmundsson í staðin fyri Klæmint Andrasson Olsen.

Føroyska liðið byrjar soleiðis: Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Heini Vatnsdal, Atli Gregersen og Rógvi Baldvinsson. Á føroyska miðvøllinum verða Jóannes Kalsø Danielsen, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson og Viljormur Davidsen. Framrættaðir miðvallarar verða Sølvi Vatnhamar og Jóannes Bjartalíð, og framherji verður Jóan Símun Edmundsson.

Á bonkinum verða Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Árni Frederiksberg, Adrian Justinussen, Andrias Eriksen, Eli Falkvard Nielsen, Ári Mohr Jónsson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Patrik Johannesen og Klæmint Andrasson Olsen.

EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Malta byrjar klokkan 19:45. Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo