Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

Tvey prosent av kvotuni í Barentshavinum vóru ikki fiskað í fjør, og tað var tí fiskiskapurin var sera vánaligur seinastu tríggjar mánaðirnar av 2018.

Tað upplýsa reiðarar fyri VP í sambandi við at tingmaðurin hjá Tjóðveldi, Ingolf S. Olsen, upplýsti fyri tinginum, at kvotan ikki var uppfiskað í Brentshavinum.

Viðmerkingin kom í sambandi við at yvir 80 prosent av menningarkvotuni ikki var fiskað í fjør.

Eisini vóru fleiri hernaðarligar venjingar í økinum sum tarnaðu fiskiskapinum.

Men tað er ikki vanligt at Barentshavskvotan ikki verður uppfiskað. Seinastu 40 árini er hetta bara hent tvær ferðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo