Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Mítt tastatur

Tað var undirhaldandi at síggja SVF, tá seinasta skotið millum Strendur og Rókina var loyst av.

Heðin Mortensen tyktist ikki at hava tað gott.

Tríggir borgmeistaratumlar trýstu á knøttin samstundis og so var ikki pláss til tummilin hjá Heðin.

Kropsmálið hjá ferðslumálaráðharranum var týðiligt.

Hann vildi fegin eisini sleppa at trýsta, men mark er fyri, hvussu nógvir tumlar rúmast á einum knøtti samstundis.

Men hóast Heðin ikki hevði tummilin á knøttinum, so hevði hann kortini politiska fingurin á pulsinum.

Heðin slapp við á fleiri myndatøkur og tað er ikki at forsmáa.

Bøkkarnir í Húsavík, nakrar dagar seinni, mundu tí vera kærkomnir hjá Heðin, tá flagið skuldi loysast til nýggja Dalstunnilin.

Hetta var bøkkur á sárið, tí við Rókina á Skálafjørðinum vóru tað lokalir borgmeistarar, ið stjólu myndina.

Og tað er ikki lætt at standa undir liðini á Tobba og vænta sær uppmerksomheit.

Annars plaga vit í Føroyum at gera nakað burturúr tá fyrsta skotið verður latið av til tunnilsgerð.

Vit gera meira burturúr, tá seinasta skotið verður latið av og vit gera mest burturúr, tá snórurin verður kliptur.

Bøkkar hava ikki áður havt so høga politiska raðfesting, men her tykist vend at vera komin í.

Javnaðarflokkurin hevur umsitið samferðsluna seinastu 4 árini og av óransakiligum grundum hevur flokkurin gjørt alt, ið hugsast kann, fyri at darva útbyggingini av samferðslukervinum í Føroyum.

Einki er borað undir hesum landsstýrinum og borurin verður neyvan settur í til Hvalbiar ella Dals hesumegin løgtingsvalið.

Um tað er fíggjarnevndin (Framsókn) ella fíggjarmálaráðið (Tjóðveldi) sum hava noktað javnaðinum at útbyggja samferðslukervið, fyri at pynta um fíggjarlógina, er óvist.

Men nú ferðslumálaráðharrin ikki kann egna við dynamitti, sum annars bæði sæst og hoyrist, er neyðugt at leita til onnur ráð.

Og tí hevur landsstýrið valt at uppraðfesta bøkkarnar sum politiskt stunt, nú valið nærkast.

Tað er longu eitt ár síðani at fyrsta skotið varð latið av í Traðardali til nýggjan Sandoyartunnil.

Men í Traðardali verður framvegis bíðað eftir skotið nr. 2.

Skotið hjá Páll á Reynatúgvu var annars so veikt, at tað sigst at vera tilgrógvið aftur.

So kanska kann landsstýrið fara í Traðardal við myndatóli, haka og Heðin og loysa bøkkar, áðrenn valið.

Skot nr. 2 í Traðardali verður neyvan latið av fyrr enn aftaná valið.

Um einar tvær vikur verður annars seinasta skotið latið av undir Tangafirði og so er opið millum Havnina og Skálafjørðin.

Spennandi verður at síggja hvat ferðslumálaráðharrin og spinndoktarar í landsstýrinum tá fara at finna uppá.

Ein trupulleiki við seinasta skotinum undir Tangafirði er, at skotið verður latið av 160 metrar undir sjóvarmálanum og 5000 metrar frá tunnilsmunnanum.

Har verður ikki brúk fyri haka, tí har verða eingir bøkkar at loysa.

Har verður heldur ikki so lætt atkomiligt sum við Rókina, men politiskt hugflog fer neyvan at skorta.

Spenningurin er øgiligur at síggja hvørjar politiskar ballónir fara at koma úr holinum, tá seinasta skotið til Eysturoyartunnilin verður latið av.

Hakin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo