Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Ein vanlukka við einum minni privatflogfari í Íslandi sunnukvøldið kostaði trý mannalív.

Tvey av teimum vóru danir sambært danska Borgerservice.

Ekstrablaðið skrivar at sambært íslendska Frettablaðið eru tey deyðu mamma, pápi og sonur, meðan ein annar sonur og ein verdóttir eru innløgd við álvarsomum skaða.

Men støðan hjá teimum sum yvirlivdu er tó stabil, váttar Sveinn Kristján Rúnarsson frá løgregluni í Hvolsvöllur fyri íslendska kringvarpinum RÚV.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo