Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Tveir deildarleiðarar hjá Landsverki eru farnir úr starvi.

Talan er um Hans Albert Hansen, deildarleiðara á Stjórnardeildini og Heðin Poulsen, deildarleiðara á Framleiðsludeildini.

Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, váttar fyri VP, at deildarleiðararnir hava valt at siga seg úr starvi, sum hann málber seg. Men hann hevur annars ikki fleiri viðmerkingar til málið.

- Talan er um persónsmál, vit hava gjørt eina fráfaringaravtalu, og tað er tað, sigur Sigurd L. Lamhauge.

Hvørgin av teimum báðum fyrrverandi deildarleiðarunum tekur telefonina.

Nakað av rumbli hevur í seinastuni verið á stovninum, millum annað um meirnýtslu av pengum í samband við ymisk byggimál, ikki minst keypið av einum asfaltverki á Sundi, sum kortini ikki kundi brúkast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo