Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Onnur tíðindi

Løgtingið bjóðaði herfyri út uppgávuna at senda tingvarpið sum FM-útvarp.

Freistin at bjóða var sett til 2. desember.

Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, sigur við VP, at tvey tilboð eru komin uppá at loysa uppgávuna, men nógv meira enn tað fær hann ikki sagt fyribils.

- Vit fara at meta um uppskotini og gera eina tilráðing til formansskapin, sum so tekur endaliga avgerð. Tað kann væl ganga ein vika, áðrenn nakað meira kann sigast um, hvør fær uppgávuna, sigur hann.

Tingvarpið hoyrist sum er á netinum og verður eisini sent á sjónvarpsrásini hjá Kringvarpinum tá onki annað er har. Fyritøkan R2 Net Spf hevur eisini í eina tíð av sínum eintingum sent frá løgtingsfundunum á eini FM rás.

Í treytunum stendur millum annað, at sendast skal frá øllum tingfundum, og at fundirnir so vítt gjørligt skulu hoyrast á FM um alt landið og á sjónum runt um oyggjarnar og út á einar 25 fjórðingar.

Til ber at síggja útboð og treytir her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo