Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Lesarin skrivar

Skriv til hoyringar í Trivnaðarnevndini frá foreldrabólkinum í LGBT Føroyum

Góðan dag øll somul. Vegna foreldrabólkin fyri foreldur at LGBT’arum vil eg fegin siga stóra takk fyri, at vit vóru bjóðaði til hoyringar í hesum sera týðandi máli, sum er avgerandi fyri framtíðina hjá børnum okkara. Vit eru komin her í dag fyri at geva okkara íkast til kjakið, ið snýr seg um, hvørt tvey av sama kyni skulu kunna giftast.

Eftir 36 ára langt hjúnarband kann eg av sonnum siga, at eg havi mínar royndir í hjúnarbandi. Stundum er ferðin tung og torfør, men sanniliga eisini stríðið verd. Tí pínir tað at síggja, at landsins leiðsla enn ikki hevur givið soni mínum, og børnunum at øllum foreldrunum í bólkinum, eg umboði, hendan so grundleggjandi rætt.

Tit løgtingsfólk, sum eru foreldur. Ímyndið tykkum, at børn tykkara ikki sluppu at giftast, ikki sluppu at tryggja sín maka, sítt lív og síni børn, eins og tú og tíni børn sleppa. Ímyndið tykkum, at børn tykkara, eins og okkara, manglaðu hesi grundleggjandi rættindi bara tí tey, sambært einum minniluta av føroyingum, ikki skulu hava somu borgarligu rættindi sum aðrir føroyingar.

Høvdu tá ikki somu kenslur barst í tykkum, sum tær gera í okkum, sum hava eitt barn, ið er útstoytt úr móðurlandinum, tí løgtingslimir ikki duga at skúgva egnu fordómar og fávitsku til viks fyri grundleggjandi rættindum LGBT føroyingum. Flestu okkara eiga børn, ið lesa á góðum universitetum í útlondum ella longu hava góða útbúgving. Tey samkyndu hava nógv at bjóða Føroya landi, men landsins leiðsla hevur enn ikki givið teimum pláss í Føroyum, hóast fólkið hevur talað – heili 68% av føroyingum eru fyri samkynda hjúnarbandinum.

Tá eg rúmi øðrum, rúma onnur eisini mær, sigur orðatakið. Men á tingi er hetta ikki galdandi. Argumentini eru heilt burturvið, og kjakið er ofta ljótt – børn okkara vera bæði kallaði skeiv, sjúk, kynsvillingar, og onnur niðrandi orð. Slíkum orðavali er eingin tign í, og tað hóskar seg ikki landsins tingi at leggja pall til slíkt møsn. Samkyndleiki er hvørki eitt val ella ein sjúka, sum óvitandi vilja vera við.

Hetta lógaruppskot leggur upp til sátt og semju millum borgarar - hvørki samkoma, kirkja ella prestur verða tvungin ar vera við, men enn billa hesi fólk sær inn, at tey hava einkarrætt til hjúnarbandið og kunnu fortelja øðrum, hvussu tey skulu liva sítt lív.

Tveitið átrúnað úr kjakinum, tí hetta snýr seg um borgarlig rættindi. Hjúnarbandið er ikki Guðsgivið, men ein samfelagslig, borgarlig institutión.

Hjúnarbandið er heldur ikki ritað í stein, tí fert tú bara fá ár aftur í tíðina, kundi myrk ikki giftast hvítum í stórum partum av heiminum, men tíbetur steðgaði hesin ørskapur eisini við tíðini. Tað er eyðsæð, at hjúnarbandið skal dagførast, eins og restin av samfelagnum, og tí skal føroysk lóggáva fylgja við. Títt hjúnarband missir ikki virði bara tí at samkynd sleppa at giftast.

Vit eiga at fevna okkara samkyndu tjóðarfelagar og bjóða teimum ágóða av okkara landi – tey eru ein gáva og soleiðis mennast vit saman. Tíbetur gongur fólkið a odda, tá tey ferð eftir ferð vísa LGBT Føroyum sín stuðul.

Hervið ein innilig áheitan til løgtingslimir um at stuðla uppskotinum um um broyting í hjúnarbandslógini, so eisini fólk, fødd samkynd fáa somu borgarligu rættindi sum restin av tjóðini.

Takk fyri!

Vegna foreldrabólkin hjá LGBT Føroyum,

Evald Rasmussen, lærari og faðir at samkyndum soni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo